ON THE ROAD
Tað byrjaði í Kalifornia og helt áfram í Jónas Broncksgøtu. Yvirritaði var á vári 2003 í San Diego, Kalifornia, á stuttleikaferð. Ætlanin var fyri tað mesta at liggja á strondini, kanska læra at surfa, og annars spæla eitt sindur av føroyskum fótbólti við amerikansku vinmonnunum.
Tíggju dagar vóru settir av til pena statin við lekru sandstrondunum, har lagamanni var taka tað róligt saman við vinfólki. Men mongum brestir ætlan. Longu fyrsta dagin leitaðu tankarnir út á amerkansku landavegirnar heldur enn strendurnar. Vit høvdu nevniliga sæð ein Harley-Davidson-útleigara.
Har var onki at gera. Súkklan mátti roynast. Ódjórið út úr garasjuni. Bensin á og so avstað. Dreymurin var byrjaður. Allar tær amerikansku kliché?irnar vórðu til veruleika hesu løtuna á jarnhestinum. Fríheitin á óendaligu amerikansku vegunum kundi ikki sammetast við nakað annað, ið var roynt áður.
Biker-Jens
Nógvar mánaðir seinni, meir enn eitt ár, er yvirritaði aftur í Føroyum. Tað er Biker-Jens eisini. Tilvild? Ja. Men áhugin fyri motorsúkklum varð ikki minnið fyri tað. Fleiri motorsúkklur vóru nú í Føroyum enn nakrantíð áður. Ein Harley-Davidson-útleigari var eisini komin til Føroya. Tilvild? Nei.
Vaksandi áhugin fyri motorsúkklum í Føroyum hevði fingið Ova Ritter, dana og búsitandi í Føroyum í mong ár, til at seta á stovn Harley-Davidson Føroyar. Unga fyritøkan heldur til í Jónas Broncksgøtu nummar 33 í Tórshavn. Tað varð her, at amerikanski dreymurin skuldi halda áfram.
Vit ringdu til Ova Ritter og spurdu, um vit kundu royna hansara Harley-Davidson-súkklur við tí fyri eyga at gera eitt ummæli. Klokkan var tólv á middegi mánadagin tann 23. august, og longu klokkan hálvgum fimm sama dag sótu vit á hvør sínari motorsúkklu, klárir at inntaka føroysku vegirnar.
Leðurklæði
Ove Ritter syrgdi fyri, at vit fingu alla neyðuga útgerð. Minsta kravið til útgerð er hjálmur, jakki og handskar, men harumframt stóð okkum í boði at fáa leðurbuksir. Hesum seinna tilboðnum tóku vit ikki av, men tað áttu vit at gjørt, ásannandi at munur er á veðurlagnum í San Diego og í Syðradali.
Kameraútgerðin varð løgd í stóra tasku, sum varð fest á afturpartin á motorsúkkluni. Harumframt fingu vit kaffi í termokannu og mjólk og skeiðir. Áðrenn klárt varð at leggja til brots, gjørdu vit okkum kunnugar við tjóvaralarmin, sum er á teimum flestu nýggju Harley-Davidson-motorsúkklunum.
So var klárt at fara avstað og brúka nógv bensin, havandi í huga, at tann dagin var oljuprísurin næstan farin upp um teir 50 amerikansku dollararnar. Ove Ritter hevði tó fylt tangan fullan, sum vit eisini høvdu væntað. "Start your engines, gentlemen" var ein setningur, sum kom mær til hugs, tá eg snaraði lykilin.
On the Road
Fyrst trillaðu við ein túr gjøgnum Havnina, men vit vóru skjótir út úr býnum og út á bygd. Vit eru báðir ættaðir av bygd, og tað kendist betur at koyra millum neytini og hini kríatúrini enn millum húsini og fýrhjólaðu akførini í Havn, tí tey fýrbeintu vóru skjót at flyta seg, tá larmurin nærkaðist.
Leiðin gekk til føroysku mentanarvøgguna Kirkjubø, har vit vórðu heilsaðir av einum vinarligum hundi. Tað var eisini í Kirkjubø, at fyrsti dropin av kaffi rann í gapið. Tað luktaði brent kring okkum, men var ikki kaffi, sum var vorðið svartari enn gott er. Tað vóru jarnhestarnir, ið vóru nakað heitir.
Vit steðgaðu ikki í meir enn einar tíggju minuttir í hesi søgukátu mentanarvøggu. Vit vundu motorarnar uppaftur og hirdu leiðina móti Velbastaði. Okkara aðalendamál var at taka myndir og fáa ein góðan koyritúr, meðan sólin enn var frammi, og áðrenn regnið kom yvir okkum, sum oraklið í útvarpinum hevði boðað frá fyrr á degnum.
Harleymenninir svangir
Regnið kom tó ongantíð, og kvøldið varð fagurt. Myndamaðurin var úti um seg við linsuni, og yvirritaði gjørdi sær onkrar tankar um, hvat greinin skuldi snúgva seg um. Tá myndirnar vóru fingnar í kassan, vóru vit svangir. Larmurin av teimum tvíhjólaðu og áhaldandi toganin í gasshondtakið hevði møtt okkara smáu sinn.
Tað leið ímóti nátturðatíð, og kaffið varð drukkið. Kósin varð síðan sett móti Kvívíkini. Nú var tíð at skaffa. Vit koyrdu á hestin, og ein fjórðings bensintanga seinni vóru vit í Kvívík. Klokkan var knapt sjey, tá vit sessaðust við borðið, ið beyð seg fram við góðum føroyskum mati til harleymenninar.
Langt um leingi kundu vit práta um túrin. Vit vórðu samdir um, at hetta var ?tað besta? og ?fínasta slag? og onnur superlativir, ið vit kundi koma í tankar um. Talan var um eitt einanstandandi upplivilsi. Tann amerikanski dreymurin í USA er ikki tann sami, sum tann amerikanski dreymurin í Føroyum.
Føroyski dreymurin
Í Føroyum er tann amerikanski dreymurin eitt sindur meir dempaður. Á ein góðan hátt, soleiðis at skilja, at sjálvt um tú situr á tínum høga jarnhesti, myndaliga sæð, so stígur tú av honum, tá tú tosar við onnur. Tú heilsar, um tú yvirhálar og koyrir ikki onnur út av lívsins vegi, um tú yvirhálar - myndaliga sæð.
Harley-Davidson-motorsúkklan kann vera ímyndin av tínum lívi, og hvussu tú livir tann amerikanska dreymin. Í strembanini eftir tí góða lívinum stingur tú ikki træpettir millum hjólini á tínum næsta - soleiðis sum vit so ofta síggja tað í USA, millum annað at krígsveteranar háða Kerry og hansara innsats í Vietnam.
Eitt føroyskt dømi: Eg hevði ongantíð komið upp á mína høga 1500 kubiks jarnhest, um ikki Ove Ritter hevði leigað mær hann. Tann gløggi lesarin hevur longu sæð, at hetta er tann moraliserandi parturin av greinini, men tað er loyvt at vera subjektivur, tí hetta er ikki nøkur tíðindagrein, men eitt ummæli.
The End
Hetta er eitt ummæli, har boðskapurin millum annað snýr seg um lívið, men fyrst og fremst lívið á eini Harley-Davidson-motorsúkklu í Føroyum. Alt hitt kann lesast millum reglurnar. Tað er greitt, at um eg ikki keypi ein Harley-Davidson, so fer leiðin at ganga til Jónas Broncksgøtu 33 nakað ofta at vitja Ova Ritter.
Til lesaran er eitt at siga: Hevur tú lyndi at tekkjast teimum tvíhjólaðu amerikansku motorsúkklunum, so er at vitja www.hd.fo ella ringja 210405 og fara tær ein túr út á tað føroyska 960 kilometra langa vegakervið. Men minst til at teir fara at "tosa við teg og tosa við teg og tosa við teg um frælsi fyri tann einstaka - men tá teir síggja ein frælsan einstakling, verða teir bangnir."