Aftur í ár skipar Føroya Tele fyri GameJam-tiltaki í Føroyum. Endamálið er at savna fólk at gera telduspøl. Í stuttum gongur GameJam út upp á at framleiða eitt telduspæl frá grundini innan 48 tímar, og [...] gamingvinnuna, sum livir og nørist í okkara grannalondum, skrivar Íverksetarahúsið, sum skipar fyri tiltakinum saman við Føroya Tele. Telduspælið Wormsteak, sum vann FT GameJam í fjør, varð herfyri slept sum [...] grafikarar, søguskrivarar, teknarar, málarar, ljóðsnillingar, tónleikarar og onnur fólk kunnu eiga sín lut í at gera eitt telduspæl. Samstundis er tað arbeiðskrevjandi at framleiða telduspøl, sum eru kappingarfør
væntanir vóru til útlendska framherjan, ið tó ongantíð bleiv nøkur sólskinssøga í føroyskum fótbólti. Í dag er Hajdarevic aftur í Danmark, men tó hevur hann onki felag at spæla fyri - enn. - Eg undrist yvir [...] tilboð frá nøkrum feløgum í Føroyum, sum tó ikki vóru nóg freistandi fyri meg. Eg vil heldur verða verandi við Danmark, greiðir Hajdarevic frá. Kenan Hajdarevic spældi 22 dystir við KÍ í farna kappingarári, [...] har tað eydnaðist honum at skora seks mál. Uppihald hansara í føroyskum fótbólti var tó eisini partvíst darvað av skaðum.
at hoyra frá Póllendingum, sum búgva í Klaksvík, og aðrastaðni í Føroyum. Á bókasavninum í Klaksvík verða ymiskir klivar settir upp, soleiðis at fólk kunnu fara inn og tosa við ein póllending. Har kunnu [...] møguleikan at fáa eina smakkroynd av Póllandi í Klaksvík á einum serligum Póllands-tiltaki. Klaksvíkar kommuna bjóðar nevniliga til ókeypis tiltakið "Uppliva Pólland" í Klaksvíkar Bókasavni, har fólk sleppa at [...] vita meir um. Eisini verður list av Pólendskum listafólki sýnd fram. Pólska Kinga Eysturland, sum býr í Klaksvík fer at halda stuttan fyrilestur um Pólland og um lív sítt klokkan 19.30, og klokkan 20.30.
Í seinastuni hevur ljóðað, at Sonni Ragnar Nattestad kemur at spæla í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Hann hevur verið settur í samband við HB. Formaðrin í HB váttar, at felagið hevur sent ein [...] sagt, at málið er at spæla uttanlands. Tó hava fleiri føroyskir spælarar spælt eitt ár ella tvey í Føroyum, áðrenn teir aftur royna seg uttanlands. Eitt nú Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson. Nú er [...] aftur, sigur Finnbogi Arge, sum einki kennir til, at nøkur avtala er komin upp á pláss. Formaðurin í HB leggur afturat, at ein spælari við dygdunum hjá Sonna Ragnar altíð hevur áhuga fyri eitt felag sum
Í summar verður høvi at hoyra fleiri av okkara ungu stjørnuskotum framføra við Múrin. Í Føroyum eru fleiri óskrivað tónleikabløð, sum ikki enn hava gjørt stórvegis vart við seg á føroyska tónleikapallinum [...] inum. Nú kanst tú hoyra fleiri teirra á palli í Kirkjubø í summar. Annika Malunardóttir er ein ung, evnarík songkvinna úr Havn. Hon er 15 ára gomul, syngur og spælir gittar og skrivar egnan tónleik. Hon [...] Hon hevur skrivað egin løg, síðan hon var 8 ára gomul og hevur sungið í útvarpi, sjónvarpi og á ymsum konsertum og tiltøkum. Fyrr í ár gav hon út staklagið "Life", sum hevur verið nógv spælt á útvarpsrásunum
fríggjakvøldið, men eingin ivi er um, at Jógvan hevur vunnið sær nógvar fjepparar, bæði í Danmark og her í Føroyum. Í dag boða fyrireikararnir av Voxbotn, at høvi verður at hoyra Jógvan á ársins útgávu av [...] tjóðina framman fyri sjónvarpsskíggjan, og nú sleppa vit altso at uppliva hann í livandi líki á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni, skriva fyrireikararnir. Umframt Jógvan er t [...] av tiltakinum. - At hann klárar at fáa eina stóra fjøld við sær, er eingin ivi um, eftir at Boxen í Herning kókaði, tá hann framførdi sínar sangir. Á hvørjum árið savnast ein tann størsta og lívligasta
Yngul- og ætikanningarnar hjá Havstovuni í 2015 eru loknar. Hetta eru afturvendandi kanningar, sum hava til endamáls at kanna ta pelagisku vistfrøðina undir Føroyum á sumri, t.e. hita, salt, tøðsølt, gróður [...] gróður, djóraæti og fiskayngul. Við støði í hesum fæst ein fatan av liviumstøðum og útlitum hjá eitt nú fiski og sjófugli. Sjógvurin í ár var kaldari enn hesi seinastu undanfarnu árini. Á Landgrunninum var [...] nøgdir og sløg av djóraæti líktust nógv tí, sum var í fjør. Mest var av slagnum Temora, ið tykist at hava lítið føðsluvirði fyri fiskayngul. Eins og í fjør var lítið til av flestu sløgunum av fiskayngli
rimmar uppliving á einum fullsettum Celtic Park leikvølli í Glasgow í Skotlandi. Talan verður um fyrru uppgerðina millum Celtic og Stjarnuna í øðrum undanumfarinum til Champions League kappingina. Gunnar [...] spæla fyri Føroyar ímóti Grikkalandi: - Vit eru bert 50.000 fólk í Føroyum, og vit hava á tveimum sinnum vunnið á Grikkalandi. Fyri okkum í Stjarnuni at vunnið á Celtic vildi verið júst sama kensla. Við [...] vunnu á Celtic. Vit ætla at fara til Glasgow at skelka fólk, staðfestir føroyski landsliðsmálverjin í samrøðu við Daily Record. Dysturin millum Celtic og Stjarnuna byrjar klokkan 19.45 mikukvøldið.
nú leggjast eitt av teimum heilt tungu nøvnunum í føroyska tónleikapallinum, nevniliga Týr, ið umframt at vera ein av best umtóktu tónleikabólkum í Føroyum, ferðast víða um við teirra tónleiki. Hetta verður [...] sítt fyri at fáa Gongugøtuna at kennast sum ein ferð í Valhøll. Týr hevur seinastu nógvu árini ferðast kring heimin og spælt. M.a. hava konsertferðir í Russlandi, Norður- og Suðuramerika og kring Evropa [...] Evropa verið á skrá. Nú verður so møguleiki at hoyra Týr live í gongugøtuni í Havn leygarkvøldið, tá Tórshavnar Ítróttarráð á øðrum sinni skipar fyri Tórsfest.
arbeiðið hjá Føroyum at varpa ljós á barnarættindi í tráð við ST ásetingarnar, hevur ikki nógv ár á baki. Ein av ásetingunum hjá ST, er at børn skulu kenna síni rættindi, men vegleiðandi kanning vísti í apríl [...] apríl í fjør, at bara 47 prosent av 93 níggjunda floks næmingum vistu, at børn hava síni egnu rættindi. - Tað er ikki nóg gott, sigur Lív Patursson, samskipari í føroysku deildini hjá Amnesty International [...] Mentamálaráðið um at fáa barnarættindi inn í undirvísingina á fólkaskúlunum. - Vit hava havt góðar royndir av undirvísing, tá ið vit sjálvi hava undirvíst næmingum í mannarættindum. Tá vísti tað seg, at tey