Hajdarevic hevur onki felag

Fyrrverandi KÍ-framherjin undrast yvir vantandi áhuga fyri honum.

Undan seinasta kappingaári ognaði KÍ sær dansk/bosniska framherjan, Kenan Hajdarevic, til felagið. Stórar væntanir vóru til útlendska framherjan, ið tó ongantíð bleiv nøkur sólskinssøga í føroyskum fótbólti.

 

Í dag er Hajdarevic aftur í Danmark, men tó hevur hann onki felag at spæla fyri - enn.

 

- Eg undrist yvir, at har ikki er størri áhugi fyri mær úr næstbestu donsku deildini, har eg havi spælt áður, og har eg haldi, at fólk vita, hvør eg eri, sigur Kenan Hajdarevic við danska bold.dk.

 

Hajdarevic vísir eisini á, at áhugi hevur verið frá føroyskum feløgum.

 

- Eg havi fingið nøkur tilboð frá nøkrum feløgum í Føroyum, sum tó ikki vóru nóg freistandi fyri meg. Eg vil heldur verða verandi við Danmark, greiðir Hajdarevic frá.

 

Kenan Hajdarevic spældi 22 dystir við KÍ í farna kappingarári, har tað eydnaðist honum at skora seks mál. Uppihald hansara í føroyskum fótbólti var tó eisini partvíst darvað av skaðum.