Klokkan 19.45 mikukvøldið koma føroyski landsliðsmálverjin, Gunnar Nielsen og liðfelagar hansara á íslendska meistaraliðnum, Stjarnan at hava eina rimmar uppliving á einum fullsettum Celtic Park leikvølli í Glasgow í Skotlandi.
Talan verður um fyrru uppgerðina millum Celtic og Stjarnuna í øðrum undanumfarinum til Champions League kappingina.
Gunnar Nielsen óttast ikki Celtic, og sigur við skotska blaðið "Daily Record", at Stjarnan kann skelka Celtic, eins og Gunnar og Føroyar á tveimum sinnum skelkaðu Grikkaland.
At spæla ímóti Celtic er fyri Gunnari, sum at spæla fyri Føroyar ímóti Grikkalandi: - Vit eru bert 50.000 fólk í Føroyum, og vit hava á tveimum sinnum vunnið á Grikkalandi. Fyri okkum í Stjarnuni at vunnið á Celtic vildi verið júst sama kensla. Við leikvøllinum, og øllum fjepparunum teir hava, so hevði tað sent sjokkbylgjur kring alt Evropa, um vit vunnu á Celtic. Vit ætla at fara til Glasgow at skelka fólk, staðfestir føroyski landsliðsmálverjin í samrøðu við Daily Record.
Dysturin millum Celtic og Stjarnuna byrjar klokkan 19.45 mikukvøldið.