Stjørnuskot við Múrin

Í summar verður høvi at hoyra fleiri av okkara ungu stjørnuskotum framføra við Múrin. Í Føroyum eru fleiri óskrivað tónleikabløð, sum ikki enn hava gjørt stórvegis vart við seg á føroyska tónleikapallinum. Nú kanst tú hoyra fleiri teirra á palli í Kirkjubø í summar.

 

Annika Malunardóttir er ein ung, evnarík songkvinna úr Havn. Hon er 15 ára gomul, syngur og spælir gittar og skrivar egnan tónleik. Hon hevur skrivað egin løg, síðan hon var 8 ára gomul og hevur sungið í útvarpi, sjónvarpi og á ymsum konsertum og tiltøkum. Fyrr í ár gav hon út staklagið "Life", sum hevur verið nógv spælt á útvarpsrásunum og er sera væl umtókt.

 

Annika hevur eina reina og inniliga rødd, og hon megnar at fanga og hugtaka áhoyrararnar við sínum sangi og tónleiki, so fólk kunnu gleða seg til eina serstaka framførslu, her Annika fer at spæla fleiri av sínum egnu løgum umframt sínar egnu tulkingar av kendum løgum.