Týskvøldið 20, oktober klokkan 19 hava fólk møguleikan at fáa eina smakkroynd av Póllandi í Klaksvík á einum serligum Póllands-tiltaki.
Klaksvíkar kommuna bjóðar nevniliga til ókeypis tiltakið "Uppliva Pólland" í Klaksvíkar Bókasavni, har fólk sleppa at hoyra frá Póllendingum, sum búgva í Klaksvík, og aðrastaðni í Føroyum.
Á bókasavninum í Klaksvík verða ymiskir klivar settir upp, soleiðis at fólk kunnu fara inn og tosa við ein póllending. Har kunnu fólk seta spurningar um ymisku síðurnar av Póllandi, so sum vanligan atburð, fólkaskikk, matmentan, arbeiðsmentan ella okkurt heilt annað, sum ein vil vita meir um. Eisini verður list av Pólendskum listafólki sýnd fram.
Pólska Kinga Eysturland, sum býr í Klaksvík fer at halda stuttan fyrilestur um Pólland og um lív sítt klokkan 19.30, og klokkan 20.30.
Fyrireikararnir siga, at øll eru vælkomin til tiltakið "Uppliva Pólland", og undantikið fyrilestrarnar hjá Kingu er skráin ikki fastløgd, so til ber at koma tá tað passar best hjá fólki. Fyrireikararnir bjóða kaffi, te og okkurt pólskt afturvið.