Í seinastuni hevur ljóðað, at Sonni Ragnar Nattestad kemur at spæla í føroyskum fótbólti komandi kappingarár. Hann hevur verið settur í samband við HB. Formaðrin í HB váttar, at felagið hevur sent ein fyrispurning
- Vit sendu ein fyrispurning um Sonna Ragnar fyri eini tíð síðan. Vit hava ikki hoyrt nakað aftur, sigur Finnbogi Arge, sum einki kennir til, at nøkur avtala er komin upp á pláss.
Formaðurin í HB leggur afturat, at ein spælari við dygdunum hjá Sonna Ragnar altíð hevur áhuga fyri eitt felag sum HB.
Sonni Ragnar hevur fleiri ferðir sagt, at málið er at spæla uttanlands. Tó hava fleiri føroyskir spælarar spælt eitt ár ella tvey í Føroyum, áðrenn teir aftur royna seg uttanlands. Eitt nú Jóan Símun Edmundsson og Hallur Hansson.
Nú er so spurningurin, um Sonni Ragnar ger tað sama. Landsliðsmiðverjin hevur verið uttan felag síðani summar, tá hann og FC Midtjylland fóru hvør til sítt.