Jógvan á Voxbotn

Í summar fáa føroyingar høvi at hoyra føroysku X-faktor stjørnuna á palli.

Tað eydnaðist honum ikki at vinna X-faktor fríggjakvøldið, men eingin ivi er um, at Jógvan hevur vunnið sær nógvar fjepparar, bæði í Danmark og her í Føroyum.

Í dag boða fyrireikararnir av Voxbotn, at høvi verður at hoyra Jógvan á ársins útgávu av tiltakinum.

- At hann klárar at fáa eina stóra fjøld við sær, er eingin ivi um, eftir at Boxen í Herning kókaði, tá hann framførdi sínar sangir. Á hvørjum árið savnast ein tann størsta og lívligasta fjøldin her á landi, tá Voxbotn er, og tí er einki meira upplagt enn, at X-Factor finalisturin Jógvan sleppur at undirhalda teimum, skriva fyrireikararnir.


- Viku eftir viku hevur Jógvan savnað tjóðina framman fyri sjónvarpsskíggjan, og nú sleppa vit altso at uppliva hann í livandi líki á ársins konsertdegi, sum verður í Vágsbotni leygardagin 27. juni, skriva fyrireikararnir.

 

Umframt Jógvan er tungmálmslegendan Udo, Byrta, Marius Ziska og Swangah avdúkaði og fleiri útlendsk og føroyskt nøvn koma á skránna komandi tíðina.