vindin upp í hvassan vind av útsynningi og stundum regn. Hitin millum 5 og 8 stig. Í gjár: Eitt lágtrýst, 983 hPa. í útsynning úr Íslandi fer í landsynning og brúgvalagið haðani verðu yvir Føroyum leygardagin [...] Veðrið í dag: Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av eystri og landnyrðingi og stundum regn. Um kvøldið minni vindur. Hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið sunnudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi [...] leygardagin. Í dag: Lágtrýstið við Írland stendur mestsum í stað. Hátrýstið við Hvarvið fer spakuliga eystureftir og verður væntandi við Føroyar týsdagin.
Tað var í 1997 at Danmark staðfesti Schengen-sáttmálan. Hóast málið ikki fekk nakra politiska viðgerð í Føroyum, so varð longu tá avrátt, at samstarvið eisini skuldi fevna um Føroyar, sum part av danska [...] ætlanin, at samstarvið skuldi fara at virka í danska ríkinum í 2000. Nú verður tað kortini ikki fyrr enn 25. mars 2001. Samstundis sum samstarvið fer at virka í Danmark koma Svøríki og Finnland eisini uppí [...] sum m.a. vísir hvør, ið er óynsktur og eftirlýstur í Schengen-økinum. Ætlanin er, at SIS-teldur skulu standa á farstøðini í Havn og á flogvøllinum í Vágum.
fyrra hálvar í ár Sum vit skrivaðu leygardagin, so er ein ávís afturgongd í bilasøluni í Føroyum. Í samlaðu søluni av øllum skrásettum akførum er afturgongd fyrra hálvár í ár um 9 prosent í mun til sama [...] sama tíðarskeið í fjør. Taka vit bara persónbilarnar, so er afturgongdin eitt vet undir 9 prosent. Mest seldu bilar higartil í ár eru Toyota og Hyundai, sum stavn um stavn liggja á odda. Hjá báðum bilmerkjunum [...] 104 6. NISSAN 70 7. SUZUKI 69 8. MERCEDES-BENZ 54 9. VOLVO 50 10. KIA 42 Sølutølini fyri juni mánað í ár eru hesi: 1. TOYOTA 29 2. VOLKSWAGEN 19 3. HYUNDAI 18 4. VOLVO 13 5. BRENDERUP 12 6. FORD 10 7. BMW
kemur vestanífrá, og seinnapartin í morgin kann tað fara at sirma í støðum. Í annaðkvøld verður væntandi regn um alt landið til og við sunnunáttina. Sunnumorgunin slítur í, og sum frá líður fer tað væntandi [...] Meginpartin av sunnudegnum eru tískil góð líkindi fyri sól í teimum flestu støðunum í Føroyum. ##med2## Kelda forsiðamynd: Dmi, NEA-modellið. Avfalsøkið (í grønum) sunnunáttina 11. juni kl 00 utc. Kelda: ECM [...] okkara leiðir. Vit kunnu tískil vænta okkum støðugt veður í komandi viku við lítlum vindi og sól. Tó sleppa vit ikki heilt undan skýggjum, og í støðum kann veðrið av og á vera támut við mjørka ella sirmi
Í 2016 framdi italski venjarin, Claudio Ranieri saman við Leicester størstu sólskinssøguna í evropeiskum toppfótbólti í hesari øldini, tá Leicester sensasjónelt vann enska meistaraskapið. Nú hevur Claudio [...] framt í Seriu B síðani desember. Ranieri var annars eisini venjari hjá Cagliari millum 1988 og 1991. Og ikki minst, so var Ranieri eisini venjari hjá Grikkalandi, tá teir taptu 0-1 fyri Føroyum í einum [...] fótbóltsundur. Tá 71 ára gamli Ranieri tók við starvinum hjá Seriu B liðnum, Cagliari í desember var liðið nummar 14 í næstbestu italsku fótbóltsdeildini. Ígjár kundi hann síggja sínar menn tryggja Cagliari
staðsettar í Føroyum og 9 í øðrum londum. Tilsamans verður søkt um slakar 59 mió. kr. Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum er 151 mió. kr. Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað [...] Tað er tað sama sum í fjør. Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til 3 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár. Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru [...] Sera nógvar umsóknir eru aftur í ár um stuðul til gransking. Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti í dag, týsdagin 17. februar kl. 12, vóru tilsamans
nýggjasti Vencilin lagdur fram, tann 23. í røðini. Tann 22. kom út í mai í ár, og sostatt eru einar 200 síður av góðum, blandaðum skaldskapi komnar út í Vencili í ár. Vencil 23 er snøggur. Permuna hevur [...] Tummas Jákup Thomsen greitt úr hondum. Myndin er áttanda myndin í eini myndarøð, sum verður kallað … í øðrum heimi. Tey, sum hava tekstir við í hesum Venclinum eru: Lív Maria Róadóttir Jæger, Askur Skaalum [...] Ferlinghetti (sum Heðin M. Klein hevur týtt), Annika Skaalum, Joan Waag Høgnesen, Bárður Persson, Snæbjørn í Dali, Kristin Vestergaard, Sólrún Michelsen, Oddfríður Marni Rasmussen, Þórarinn Eldjárn (sum Martin
skáldkoppar til part av koppsetingarætlanini fyri børn í Føroyum? Í viðmerking til spurningin vísir Eirikur í Jákupsstovu á, at í Danmark hava barnalæknar í rúma tíð víst á, at tað hevði verið ein fyrimunur [...] Tað er Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður í Klaksvík, sum hevur sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í heilsumálum, ein grein 52a fyrispurning um málið. Hann spyr soleiðis: 1. Hvørjar tankar ger lan [...] koppseting fyri skáldkoppar og tí ikki verða rakt av negativu avleiðingunum av skáldkoppum, sigur Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
Montenegro á sama vølli 13. oktober í 2020. Stefan Radosavljevic skoraði sigursmálið í 29. minutti. Í báðum hesum EM-undankappingunum vann Montenegro á heimavølli 3-0 á Føroyum. So í U21-høpi er talan um seks stig [...] Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið i fótbólti HM-undankappingardyst móti Montenegro á útivølli í Niksic. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Montenegro og Føroyar. Í U21-høpi [...] tapti báðar dystirnar á útivølli. 9. september í 2014 vann føroyska U21-landsliðið 1-0 á Montenegro á Svangaskarði. Ári Mohr Jónsson skoraði sigursmálið í 31. minutti. Føroyska U21-landsliðið vann aftur
føroyingar eru í høllini, sum rúmar 8000 áskoðarum. Tað er greitt, at Helgi Hildarson Hoydal og Kjartan Johansen eru teir báðir, sum í kvøld fara at sita millum áskoðararnar. Tað eru 18 spælarar í hópinum, og [...] listanum í hvørjum dysti. Kjartan Johansen er tann í føroyska hópinum, sum hevur spælt flest landsdystir. Hann hevur verið 53 ferðir á landsliðnum. Næstur á listanum er Rói Berg Hansen, sum í kvøld verður [...] Tað verður av álvara talt niður í Unity Arena vestanfyri Oslo, har Føroyar og Sveis klokkan 19.30 fara at spæla fyrsta dystin í EM endaspælinum. Høllin er farin at fyllast, og tað verður roknað við, at