Í 2016 framdi italski venjarin, Claudio Ranieri saman við Leicester størstu sólskinssøguna í evropeiskum toppfótbólti í hesari øldini, tá Leicester sensasjónelt vann enska meistaraskapið.
Nú hevur Claudio Ranieri framt enn eitt fótbóltsundur.
Tá 71 ára gamli Ranieri tók við starvinum hjá Seriu B liðnum, Cagliari í desember var liðið nummar 14 í næstbestu italsku fótbóltsdeildini.
Ígjár kundi hann síggja sínar menn tryggja Cagliari uppflyting til Seriu A aftaná ein samlaðan 2-1 Play Off sigur á Bari.
Fyrri dysturin úti á Sardinia endaði við javnleiki 1-1, men Cagliari megnaði at knógva heim ein 1-0 sigur ígjár, og harvið ein samlaðan 2-1 sigur.
Sympatiski venjarin hjá Cagliari var sera rørdur aftaná dystin um tað avrik, ið hann og hansara menn hava framt í Seriu B síðani desember.
Ranieri var annars eisini venjari hjá Cagliari millum 1988 og 1991.
Og ikki minst, so var Ranieri eisini venjari hjá Grikkalandi, tá teir taptu 0-1 fyri Føroyum í einum EM-undankappingardysti í Pireus 14. november í 2014.