Schengen-samstarvið seinkað

Nú er greitt, at felags evropeiska pass- og politisamstarvið, Schengen verður ikki sett í verk í Føroyum fyrr enn um eitt gott ár.

Tað var í 1997 at Danmark staðfesti Schengen-sáttmálan. Hóast málið ikki fekk nakra politiska viðgerð í Føroyum, so varð longu tá avrátt, at samstarvið eisini skuldi fevna um Føroyar, sum part av danska ríkinum.

Upprunaliga var ætlanin, at samstarvið skuldi fara at virka í danska ríkinum í 2000. Nú verður tað kortini ikki fyrr enn 25. mars 2001.

Samstundis sum samstarvið fer at virka í Danmark koma Svøríki og Finnland eisini uppí.


Pass-og politisamstarv

Schengen er eitt samstarv millum fleiri evropeisk lond, og sum hevur virkað nøkur ár á evropeiska meginlandinum.

Schengen-londini skulu samstarva um passeftirlitið mørkunum mótvegis 3.londum. Samstundis verður eitt tætt politisamstarv tvørturum Schengen-mørkini.

Ein krumtappur í skipanini er tann sonevnda SIS-skráin. Schengen Information System er ein stór online politiskrá. Eitt slag av felags evropeiskum svartalista, sum m.a. vísir hvør, ið er óynsktur og eftirlýstur í Schengen-økinum.

Ætlanin er, at SIS-teldur skulu standa á farstøðini í Havn og á flogvøllinum í Vágum.