Í kvøld klokkan 19.45 spælir føroyska manslandsliðið i fótbólti HM-undankappingardyst móti Montenegro á útivølli í Niksic. Talan er um fyrsta A-landsdystin nakrantíð millum Montenegro og Føroyar.
Í U21-høpi hava Føroyar spælt fýra EM-undankappingardystir móti Montenegro. Tað hevur gingið væl á heimavølli, og hevur gingið illa á útivølli. Føroyar vunnu báðar dystirnar á heimavølli á Svangaskarði á Toftum og tapti báðar dystirnar á útivølli.
9. september í 2014 vann føroyska U21-landsliðið 1-0 á Montenegro á Svangaskarði. Ári Mohr Jónsson skoraði sigursmálið í 31. minutti.
Føroyska U21-landsliðið vann aftur 1-0 á Montenegro á sama vølli 13. oktober í 2020. Stefan Radosavljevic skoraði sigursmálið í 29. minutti.
Í báðum hesum EM-undankappingunum vann Montenegro á heimavølli 3-0 á Føroyum.
So í U21-høpi er talan um seks stig til Føroyar og seks stig til Montenegro. Málúrtøkan er tó 6-2 til Montenegro.
Kelda: FaroeSoccer