Nógvar umsóknir um stuðul til gransking

Sera nógvar umsóknir eru aftur í ár um stuðul til gransking. Tá árliga freistin at søkja um stuðul til gransking og til arbeiðsmarknaðargransking var úti í dag, týsdagin 17. februar kl. 12, vóru tilsamans 50 umsóknir um granskingarstuðul komnar inn. Tað er áleið tað sama sum í fjør, skrivar gransking.fo.

 

Meira enn helmingurin av umsóknunum eru til ph.d.-verkætlanir. 35 verkætlanarleiðarar eru kvinnur, og 15 eru menn. Umsóknirnar eru javnt býttar á náttúruvísindi, heilsuvísindi og hug- og samfelagsvísindi. 41 verkætlanir eru staðsettar í Føroyum og 9 í øðrum londum. 

 

Tilsamans verður søkt um slakar 59 mió. kr. Samlaði kostnaðurin av verkætlanunum er 151 mió. kr. 

 

Løgtingið hevur játtað 9 mill. kr. til stuðul til gransking í ár. Tað er tað sama sum í fjør.

 

Fíggingin til arbeiðsmarknaðargransking stavar frá fænum í Frítíðargrunninum. Upp til 3 mió. kr. eru tøkar til stuðul í ár.

 

Eitt samlað yvirlit yvir allar verkætlanir, sum eru stuðlaðar úr Granskingargrunninum, finst her.