feðgunum Palla og Jákup Andreasi Lamhauge. Vit fóru við bátinum Silju, sum er góðkendur til 25 ferðafólk. Veðrið var gott, og báturin var fullsettur av føroyskum og útlendskum ferðafólki. Fyrst varð siglt [...] kenna hann aftur og heilsa. Tá Palli í fjør, saman við øðrum, var í Hannover í Týsklandi í sambandi við ein fótbóltsdyst, stóðu teir og ótu pylsir uttanfyri stadionøkið, tá kom ein dani og heilsaði uppá hann [...] ini, har siglt verður millum fuglabjørgini og drangarnar, báturin føldist sera lítil millum hesi steyrrættu bergini. Av trygdarávum skuldu øll, ferðafólk og manning, hava hjálm á høvdinum. Meðan vit sigla
Frúgvin og Drekin fylgdu væl við. Havfrúgvin hevði marginalirnar á sínari síðu, og hóast Frúgvin framvegis er væl fremst í FM kappingini, so er framvegis møguleiki fyri, at broyting kann koma í. Hetta var [...] bæði í Vestmanna og kappróðrarheiminum sum heild tá ið genturnar umborð á Havfrúnni leygardagin vóru fyrstar á mál. Móttøkan var sum tá ið nógvir sigrar hava verið driginir til Vestmanna, og tað er ikki frítt [...] aftur, og vestmenningar eygleiða kappróðrarbátarnar, nú teir venja til Fjarðastevnuna. Hon verður í Vestmanna annan leygardag. Sigurin var óvæntaður. Frammanundan hevði Frúgvin vunnið tvær ferðir, og Blikur
sundalagsmenn, kollfirðingar og toftamenn. Hesir eru fremst av teimum seks liðunum í A-flokkinum í 3. deild. Á odda er Rókur, sum hevur heimstað á Oyri, men tað eru hvalvíkingar og hósvíkingar, sum manna A-liðið [...] finna vit Finnbjørn Zachariassen og Gunnar Joensen, sum í síni tíð umboðaðu felagið Streym í Hvalvík/Streymnesi, sum eitt árið vann FM. Hinir eru Sámal Christiansen og Kim Durhuus, sum telvaðu við Hósvík [...] Teoretiskt kunnu kollfirðingar fáa vestmenningar aftur, men so skulu vestmenningar einki stig fáa aftrat, og kollfirðingar vinna báðar dystirnar 4-0, sum eftir eru. Øll vita, at tað fer ikki at henda. Vestmenningar
skotið upp. Ásannandi, at Vestmanna altíð hevur verið fremst tá um orku ræður, bæði viðvíkjandi grønari orku og so sann eisini hvat vindorku ræður, - og at vit hava stórt sæð øll vinnutólini á staðnum, so [...] álitið um orku fyri tingi. Taað er av sera stórum týdningi at hetta nú er komið, og at vit við hesum hava fingið gjørt kanningar og fest niður á blað so nógv um hetta evni. Undir framløguni kom fram, at lan [...] Hví ikki nýtt Vestmanna til orkudepil? Har er longu eitt SEV-verk, har er longu ein vindmyllupark og har er eisini longu ein ætlan, sum er komin langt ávegis sum viðvíkur sólorku. Aftrat hesum hevur Vestmanna
sergreinalærarar, sum undirvísa í ítrótti og tónleiki, og teir hava útbúgving á hesum økinum. Hinir sekstan hava útbúgving frá læraraskúlanum. Fyrst søkti Mentamálaráðið og síðani skúlastýrið eftir fýra lærarum [...] flokkunum í framhaldsdeildini í alis- og evnafrøði, og tað er ikki vanligt at geva einum lærara so nógvar flokkar í somu lærugrein. Spurningurin er síðani, um góðskan og støðið á undirvísingini lækkar samsvarandi [...] lum, HF-skeiðum og fiskivinnuskúlanum. Ein av trupulleikunum er, at læraralønir ikki eru kappingarførar, tí tað privata vinnulívið kann sum oftast geva hægri lønir. Lærarar í alis- og evnafrøði vanta Tað
battaríini. - Eg eri fullur av orku og hugskotum, og svangur eftir at sleppa til arbeiðis. Hasar dagarnar taki eg innaftur í hinum endanum, sigur hann sólbrendur og við einum skálkabrosi, tá eg argi hann [...] fríðka um og ikki forsøma viðlíkahald av skúlum og barnagørðum. Vit mangla eisini gonguteigar á nógvum vegum, so fólk kunnu ganga trygt. Men teir stóru pengarnar brúka vit ikki í ár, tí fyrst mugu vit hugsavna [...] Vestmanna nógv tann besta á Streymoynni og millum tær allar bestu í Føroyum. Nógv virksemi hevur altíð verið á havnalagnum, men nú eru bæði fiska- og laksavirki stongd og sama er við skipasmiðjuni. Til ber
seinastu ferðirnar, og aftur í dag vóru teir úr Vestmanna stinnastir. Sílið hjá Havnar Róðrarfelag og Teistin hjá Argja Róðrarfelag høvdu hug at bjóða av, og á fyrsta teininum var Sílið fremst. Men so svaraði [...] heilt spennandi. Junkarin gekk væl og fór frá Sílinum og Teistanum, men teir megnaðu tó einki at gera við Havfrúnna. At Junkarin troðkaði seg inn ímillum Havfrúnna og bátarnar úr Havnini bar við sær, at [...] dreingjum úr Vestmanna, og hesir vístu seg at vera stinnari, enn nakar kanska hevði roknað við. Inn ímóti málinum bjóðaði Junkarin, sum var innastur í feltinum. Havfrúgvin var í miðplássinum, og eina løtu kendist
tá samráðst verður. Vit skulu sum føroyingar fyrst og fremst taka atlit at føroyskum viðurskiftum, og gera eina avtalu, sum er góð fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard. Tað sama gera íslendingar eisini [...] undirskrivað mikukvøldið, var ein anar fundur ið Noreg. - Og har komu vit ásamt um, at vit kunnu fiska 35% av okkara kvotu í norskum sjógvi, og tá tað kemur til ES hava vit gjørt eina munnliga avtalu um [...] skulu vit so finna fram til, hvussu vit sleppa at fiska hjá hvørjum øðrum, og so verða samráðingarnar tiknar upp týsdagin og mikudagin í komandi viku, sigur Jacob Vestergaard. Hann sigur, at tað ongantíð
verða gruggað av fínum orðum um samráðingar og góðar intentiónir. Bæði Jacob Vestergaard og Maria Damanaki siga seg verða sinnað at finna eina skjóta og góða loysn og vilja heldur enn gjarna sessast við sa [...] hittast, boyggja seg og finna eina skjóta loysn? Stórpolitikkur og skotgravir Orsøkin finst helst í, at talan – í øllum førum fyri Føroyar – er um stórpolitikk, og at hvørgin vil blunka fyrst. Fyri viku síðani [...] altso klár at loypa úr sínari skotgrøv og samráðast – treytað av, at Vestergaard loypur fyrst og blottar seg við at seta kvotuna á 17 prosent úr gildi aftur. Hóttur og dregur í land Í svarinum frá Fiskimálaráðnum
makreli og úrdráttum úr hesum, og hevur eisini samtykt at bannað føroyskum skipum, sum hava sild ella makrel umborð, at koma í ES-havn. Og bannið er eisini galdandi fyri altjóða havnirnar í Rotterdam og í Klaipeda [...] málinum. Alt hatta tekur tíð og sjálvur havi eg lítlan fidus til ES-dómstólin. Og við havrættardómstólinum er tann bági, at eitt mál sum hetta er ongantíð roynt har áður, og tí vita vit ikki, hvussu málið [...] til heimshandilsfelagsskapin WTO og í ES-dómstólin við málinum. Tá Portal.fo seinast tosaði við Jacob Vestergaard var ikki gjørt av, um farast skuldi víðari við málinum, og tað er framvegis støðan. - Vit