Vestergaard vs. Damanaki: Hvør blunkar fyrst?

Norðhavssild Landsstýrið og ES standa andlits til andlits og bíða eftir, at hin parturin fyrst blunkar. ES vil hava Føroyar at minka ásettu kvotuna á 17 prosent. Føroyar vilja hava hóttanirnar um handilsátøk tiknar aftur. Spurningurin er, hvør torir at blunka fyrst

Rógvi Nybo

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, og Maria Damanaki, ES Kommisserur í Fiskivinnumálum, eru í hesum døgum høvuðsleikararnir í einum stríði á høgum politiskum stigi. Stríðið stendur um býtið av Norðhavssildini millum strandalondini. At síggja til kann hetta, annars einfalda, stríð skjótt verða gruggað av fínum orðum um samráðingar og góðar intentiónir. Bæði Jacob Vestergaard og Maria Damanaki siga seg verða sinnað at finna eina skjóta og góða loysn og vilja heldur enn gjarna sessast við samráðingarborðið sum skjótast. Jacob Vestergaard sigur at einki krøv eru ófrávíkilig – heldur ikki kravið frá Føroyum um 17 prosent av samlaðu sildakvotuni. Og Maria Damanaki rættir hondina út og bjóðar Føroyum at koma við einum konkretum uppskoti at samráðast út frá.
Spurningurin er so, hví partarnir ikki longu sita við samráðingarborðið, tá teir eru so sinnaðir at hittast, boyggja seg og finna eina skjóta loysn?

Stórpolitikkur og skotgravir
Orsøkin finst helst í, at talan – í øllum førum fyri Føroyar – er um stórpolitikk, og at hvørgin vil blunka fyrst. Fyri viku síðani, tann 2. Juli, sendu Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Jacob Vestergaard, fiskivinnuráðharri, og Villy Søvndal, danskur uttanríkisráðharri, ES kommiserinum í fiskivinnumálum, Mariu Damanaki, bræv, har víst verður á, at Føroya Landsstýri er sinnað at halda áfram við samráðingunum um Norðhavssildina, og bóðu ES koma aftur til samráðingarborðið, heldur enn at halda fast við hóttanirnar um handilsátøk móti Føroyum.
Sosialurin hevur fingið innlit í svarskrivið frá Mariu Damanaki, ES kommiseri, sum kom tann 3. Juli, og tað svar, landsstýrið hevur sent kommiserinum aftur so seint sum í gjár, mánadagin.
Við at lesa brævaskiftið millum Fiskimálaráðið og ES kommiserin sæst skjótt, at báðir partar nýta føgur orð og besta vilja. Men samstundis er tað greitt, at hvørgin partur er serliga fúsur at førka seg ella taka fyrsta stigið.
Í brævinum til Fiskimálaráðið tann 3. juli svarar Maria Damanaki, at neyðugt er at gera framstig sum skjótast, og at hon er fús at spæla ein konstruktivan leiklut í møguligum samráðingum millum strandalondini – og leggur afturat, at til tess at finna eina samráðingarloysn, heitir hon á Føroyar um at koma við einum konkretum, grundaðum uppskoti til endurskoðan av býtislyklinum og at fyribils seta úr gildi sjálvsásettu kvotuna, fyri at koma á mál við slíkum samráðingum. Hon leggur dent á, at hetta vil vísa at Føroyar eru fúsar og klárar at samráðast, og at samráðingarnar tískil eru nógv meira sannlíkar at eydnast. Kommiserurin er altso klár at loypa úr sínari skotgrøv og samráðast – treytað av, at Vestergaard loypur fyrst og blottar seg við at seta kvotuna á 17 prosent úr gildi aftur.

Hóttur og dregur í land
Í svarinum frá Fiskimálaráðnum tann 8. Juli endurtekur Jacob Vestergaard, at Føroyar eru fúsar at setast aftur við samráðingarborðið sum skjótast og at finna eina skjóta loysn. Samstundis leggur Jacob Vestergaard dent á, at afturtøkan av hóttanunum um handilsátøk mótvegis Føroyum er ein treyt fyri at Føroyar skulu ganga samráðingarvegin. Í sama viðfangi dregur fiskimálaráðharrin í land aftur, og sigur seg verða fúsan – heilt ekseptionelt í hesum eina førinum – at samráðast við ES, sjálvt um hóttanirnar ikki verða tiknar aftur.
Hinvegin leggur Jacob Vestergaard í sínum svarskrivi stóran dent á, at sjálvsásetta kvotan á 17 prosent av samlaða býtinum er sjálva grundarlagið fyri at at samráðingar skulu kunna bera á mál. Tó leggur Vestergaard afturat, at eingi tøl eru so føst, at tey ikki kunnu broytast. Hann hóttir, og dregur eitt sindur í land aftur.
At enda leggur Jacob Vestergaard dent á, at samráðingar skulu byggja á allar tøkar vísindaligar kanningar, og uttan at hóttanir um fíggjarlig átøk skulu verða við til at kroysta eitt ávist og órættvíst býti ígjøgnum.
At enda er brævið hjá Jacob Vestergaard til Mariu Damanaki ein áheitan á formansskapin í samráðingunum millum strandalondini um Norðhavssildina um at kalla til fundar sum skjótast og uttan drál.
Spurningurin er so, hvør torir at blunka fyrst. Tekur ES hóttanirnar aftur? Seta Føroyar ásettu kvotuna úr gildi?
Svarið upp á tað seinna fingu vit í dag, tá landsstýrismaðurin gjørdi greitt, at býtið fyri í ár verður ikki broytt og loyvini ikki tikin inn aftur. Hinvegin er møguligt, at býtið komandi ár verður broytt.

Samráðið í uttanlandsnevndini
Í gjár vóru bæði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og Jacob Vestergaard, landsstýrismaðyur í fiskivinnumálum, í samráð í Uttanlandsnevndini hjá Løgtinginum. Samráð í Løgtinginum eru í trúnaði, men Jákup Mikkelsen úr Fólkaflokkinum, sum er formaður í Uttanlandsnevndini játtar, at uttanlandsnevndin hevur viðgjørt støðuna millum Føroyar og ES viðvíkjandi býtinum av norðhavssildini.
- Samráðið er í trúnaði. Eg kann bert siga, at tað er ein samlað Uttanlandsnevnd, ið stendur aftanfyri landsstýrið í hesum málinum, sigur Jákup Mikkelsen, formaður í nevndini.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, váttar at samráðið eitt nú snúði seg um at tryggja tilgongdina í stríðnum við ES, um svarið frá landsstýrismanninum til ES og at gjøgnumganga teir møguleikar, ið nú eru og hvussu farast skal fram í hvørjum føri, alt eftir hvør næsti leikur verður frá ES og hinum strandalondunum.

rogvi@sosialurin.fo