Ingi Olsen
løgtingsmaður
????????????
Havandi søguna í huga, so haldi eg at Vestmanna sum pionerbygd hevur, sum teir siga í fiskivinnuni, vunnin rættindi á økinum, sum áttu at koma til góðar nú.
Landsstýrismaðurin í orkumálum, hevur nú lagt fyrsta ávegis álitið um orku fyri tingi. Taað er av sera stórum týdningi at hetta nú er komið, og at vit við hesum hava fingið gjørt kanningar og fest niður á blað so nógv um hetta evni.
Undir framløguni kom fram, at landsstýrismaðurin hevur skotið upp fyri Norðurlandaráðnum, at Føroyar verða við í eini grannskingarætlan hvørs endamál er at kanna framkomnar orkukeldur til fjarskotin øki. Tað sum undrar meg nakað er, at Nólsoy verður skotið upp.
Ásannandi, at Vestmanna altíð hevur verið fremst tá um orku ræður, bæði viðvíkjandi grønari orku og so sann eisini hvat vindorku ræður, - og at vit hava stórt sæð øll vinnutólini á staðnum, so haldi eg, at Vestmanna vildi verið rættari stað at gjørt hesar ætlanir.
Hví ikki nýtt Vestmanna til orkudepil?
Har er longu eitt SEV-verk, har er longu ein vindmyllupark og har er eisini longu ein ætlan, sum er komin langt ávegis sum viðvíkur sólorku. Aftrat hesum hevur Vestmanna grønar skúlar. Vit kunna siga, at tosa vit um alternativa orku, ja so tosa vit um Vestmanna.
Havandi søguna í huga, so haldi eg at Vestmanna sum pionerbygd hevur, sum teir siga í fiskivinnuni, vunnin rættindi á økinum, sum áttu at koma til góðar nú.









