Vestergaard umhugsar fleiri møguleikar

- Nú hevur ES samtykt at seta tiltøk í verk móti Føroyum, og so mugu vit taka støðu til, hvat vit skulu gera. Har er ein møguleiki at hækka kvotuna, so vit kompensera fyri tað, sum vit missa í samhandlinum við ES. Men vit hava onga avgerð tikið um at hækka kvoturnar, og áðrenn hon verður tikin, mugu vit hava uppbakning frá restini av politisku skipanini um at tað er rætti vegurin at ganga.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður við fiskivinnumálum, í einari viðmerking, nú ES í dag hevur samtykt at seta tiltøk í verk móti Føroyum í sambandi við sildafiskiskapin,

ES hevur samtykt at seta í verk bann fyri samhandli við sild, makreli og úrdráttum úr hesum, og hevur eisini samtykt at bannað føroyskum skipum, sum hava sild ella makrel umborð, at koma í ES-havn. Og bannið er eisini galdandi fyri altjóða havnirnar í Rotterdam og í Klaipeda, og tí vera føroysku flutningsmøguleikarnir avmarkaðir.

Jacob Vestergaard er sjálvur eitt sindur ivasamur um, hvørja ávirkan eitt slíkt bann fær á viðurskiftini við ES, tí tað kann virka sum ein krígsavbjóðing og gera støðuna enn spentari.

- Tí skal semja vera um eitt slíkt stig. Tað merkir millum annað, at uttanlandsnevndin skal takast við upp á ráð, áðrenn nakað stig verður tikið.

Hesa seinastu tíðina fram móti avgerðini hjá ES, hevur verið tosað um at fara í havrættardómstólin, til heimshandilsfelagsskapin WTO og í ES-dómstólin við málinum. Tá Portal.fo seinast tosaði við Jacob Vestergaard var ikki gjørt av, um farast skuldi víðari við málinum, og tað er framvegis støðan.

- Vit eru komin rættiliga langt við teimum fyrireikingunum, men kortini hava vit ikki gjørt av, um vit skulu fara víðari við málinum. Alt hatta tekur tíð og sjálvur havi eg lítlan fidus til ES-dómstólin. Og við havrættardómstólinum er tann bági, at eitt mál sum hetta er ongantíð roynt har áður, og tí vita vit ikki, hvussu málið sær út, tá tað kemur útaftur, sigur landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum.

Tá ES í dag samtykti handilsstongsulin, varð bannið eitt sindur linari enn upprunaliga ætlað. Tí bannið um at selja føroyingum vørur, sum kunnu brúkast í sildafiskiskapi, er tikið burturúr. Tað vil siga, at ES noktar at keypa vørur frá føroyingum, men felagsskapurin vil fegin selja vørur, sum kunnu brúkast til at fiska somu sild, sum ES ikki vil keypa.

- Ja, alt hetta er eitt sindur dupultmoralskt eftir mínum tykki, sigur Jacob Vestergaard.

Hann leggur afturat, at hann er vónbrotin av ES.

- Eg hevði ikki trúð, at ES í 2013 skuldi brúka slíkar framferðarhættir, sum felagsskapurin ger í dag. Tey siga, at vit hava ikki prógv fyri, at tað er nógv meira sild í føroyskum øki, men vit skulu nokk leggja prógvini fram á røttum staði, sigur Jacob Vestergaard.

Og rætta staðið er eftir øllum at døma tá samráðingarnar byrja aftur fyrst í september.