Eftir at avtalan var undirskrivað mikukvøldið, var ein anar fundur ið Noreg.
- Og har komu vit ásamt um, at vit kunnu fiska 35% av okkara kvotu í norskum sjógvi, og tá tað kemur til ES hava vit gjørt eina munnliga avtalu um, at vit kunnu fiska 30%, sigur Jacob Vestergaard.
Samráðingar verða við ES i dag, hósdag.
- Har skulu vit so finna fram til, hvussu vit sleppa at fiska hjá hvørjum øðrum, og so verða samráðingarnar tiknar upp týsdagin og mikudagin í komandi viku, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at tað ongantíð hevur verið frítt at fiska hjá hvørjum øðrum.
- Tað hevur ongantíð verið frítt at fiska hjá hvørjum øðrum, men altíð ein ávísur prosentpartur ásettur fyri, hvussu londini kunnu fiska hvør hjá øðrum, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at vit hava verið í einari heilt aðrari støðu framman undan.
- Tá var føroyski parturin munandi minni, enn hann er í dag, men eg minnist ikki, hvussu tað var við prosentbýtinum, men tað hevur ongantíð verið frítt at fiska alla kvotuna inni hjá øðrum parti, sigur Jacob Vestergaard.
Tað er kanska eitt sindur merkisvert, at ein avtala nú er gjørd uttan um Ísland, sum annars hevur verið við í samráðingunum í langa tíð.
- Vit vildu fegnir at Ísland var við, nú ein avtala er gjørd, og Ísland hevur verið við alla tíðina, men tað eydnaðist ikki at fáa eina avtalu millum fýra partar. Tí hava vit verið við í tilgongdini at fáa tríggjar partar at semjast, og tað hevur so eydnast og vit eru nøgdir við úrslitið, sigur Jacob Vestergaard.
Einki um sanktiónirnar
Ein partur er settur av til Ísland, um teir velja at koma við seinni, og tað vónar Vestergaard, at so verður. Íslendingar eru eitt sindur firtnir um, at Føroyar hevur gjørt eina avtalu við ES og Noreg uttan um Ísland.
- Nú er tað soleiðis, at Ísland hevði nøkur krøv við samráðingarborðið, sum ávísir partar ikki kundu ganga á møti, og tað er væl altíð soleiðis, tá samráðst verður. Vit skulu sum føroyingar fyrst og fremst taka atlit at føroyskum viðurskiftum, og gera eina avtalu, sum er góð fyri Føroyar, sigur Jacob Vestergaard.
Tað sama gera íslendingar eisini, tá teir samráðast.
- Men vit fara so at bakka Ísland upp, um teir vilja verða ein partur av hesari avtaluni, sigur Jacob Vestergaard.
Makrelurin er við at koma upp á pláss, men tað var sildin sum førdi til, at stongsul var settur móti føroyskum skipum. Spurningurin er tí, hvat makrelsemjan kann gera á tí økinum, ella bíðast má, til samráðingar verða um norðhavssildina.
- Nú eru samráðingar ikki avtalaðar um norðhavssildina, men tað gangi eg út frá verður gjørt í næstum. Vit hava heldur ongar samráðingar avtalað um svartkjaftin, men tað rokni eg við verður tikið upp, nú semja er fingin um makrelin, sigur Jacob Vestergaard.
Hann sigur, at tað nú verður farið undir eina tilgongd at fáa fiskivinnuviðurskiftini við Noreg og ES upp á pláss.
- Vit hava í gjárkvøldið, mikukvøldið, skrivað undir eina makrelavtalu við ES og Noreg, so vit fara undir eina tilgongd, sum kann normaliserað viðurskiftini fullkomiliga, sigur Jacob Vestergaard.
Men hann hevur ikki fingið nakað lyfti um, at handilsforðingarnar verða tiknar burtur, tá semja er gjørd um sildina.
- Tað hevur upp á einki tíðspunkt verið uppi og vent í samráðingunum, sigur Jacob Vestergaard.