Tað er fyrsti arbeiðsdagur hjá nýggja borgarstjóranum í Vestmanna, Paula Trond Petersen. Vit skriva 8.januar, og Pauli er seinkaður nakrar dagar, tí hann hevur hildið frí saman við familjuni sunnanfyri um jólini. Men hann vissar um, at tað fer bara at síggjast aftur uppá tann góða mátan í nýggja arbeiðnum, tí nú hevur hann løtt battaríini.
- Eg eri fullur av orku og hugskotum, og svangur eftir at sleppa til arbeiðis. Hasar dagarnar taki eg innaftur í hinum endanum, sigur hann sólbrendur og við einum skálkabrosi, tá eg argi hann.
Á skivuni í kommunuskrivstovuni liggur skattalistin frammi til alment eftirlit. Har stendur, hvussu nógv fyritøkur og einstaklingar hava spýtt í soltna kommunukassan síðsta ár. Við so góðari staðseting á meginøkinum er arbeiðsmegin í Vestmanna mobil. Arbeiðsloysið hevur tí ikki rakt bygdina í tann mun, ein kundi hildið, eftir húsagangin hjá Faroe Seafood, sum var stórsta arbeiðsplássið í bygdini. Vestmenningar pendla, og tað sæst aftur í kommunukassanum. Sum starvsmaður hjá Føroya Lívstrygging hevur Paulasa partur at draga fremmandar krónur til bygdina heldur ikki ligið eftir. Men nú verður øðrvísi í so máta. Kanska ber til at siga, at borgarstjórin seinastu 8 árini, Karl Olsen, sum hevur verið í farloyvi frá sínum starvi sum lærari við Handilsskúlan í Kambsdali, nú tekur á seg aftur ta uppgávuna.
Trivnaður og aftur trivnaður
Eitt gandaorð hjá nógvum valevnum uppundir val er, at veljarin skal fáa trivnað afturfyri krossin. Pauli brúkti eisini hetta agnið. Nú er hann so valdur, og tí er fyrsti spurningurin, á hvønn hátt vestmenningar kunnu vænta sær at fara at trívast betur næstu fýra árini.
- Skuldin hjá kommununi ger, at tær stóru ætlanirnar mugu fara afturum. Men fyri tað nýtast vit ikki at setast upp afturá. Vit kunnu raðfesta smærri átøk, sum at fríðka um og ikki forsøma viðlíkahald av skúlum og barnagørðum. Vit mangla eisini gonguteigar á nógvum vegum, so fólk kunnu ganga trygt. Men teir stóru pengarnar brúka vit ikki í ár, tí fyrst mugu vit hugsavna okkum um at niðurgjalda skuld, sigur borgarstjórin. Hann minnir á, at orsøkin til skuldina er spildurnýggja røktarheimið, sum eisini er við til at økja um trivnaðin.
Lækka skattin
Vestmenningar gjalda í dag hægsta kommunuskattin, 23 prosent. Og tað er kanska ein orsøk til, at listin við húsum til sølu er eitt sindur størri nú, enn hann plagdi. Men nývaldi borgarstjórin lovar, at skattaprosentið skal niður, so skjótt sum skuldin, sum í dag er um hálvonnur álíkning, er minkað niður um eina álíkning. Tað verður, eftir ætlanini sum nú liggur á borðinum, miðskeiðis í 2014.
- Tá seta vit ferð á aftur. Vetrarfriðing og breiðkan av Niðaravegi standa sera frammarliga í mínum hugaheimi, sigur Pauli Petersen.
Bygdarráðið er í samráðingum við hagarnar um at gjalda tær fimm milliónirnar, sum tað fer at kosta at vetrarfriða, yvir fleiri ár. Og ein breiðkan av Niðaravegi er neyðug, so tunga ferðslan skal sleppa út í bygdina, har fiskavirkini eru.
- Ein lækking av kommunuskattinum er neyðug, skulu fólk flyta higar. Vit hava so nógvar fyrimunir, men høgi skatturin er ein vansi, og hann skulu vit hava niður, sigur borgarstjórin avgjørdur.
Seta menningarleiðara
Íbúgvatalið í Vestmanna hevur verið á leið tað sama í nógv ár, um 1200 fólk. Tá fólkatalið í landinum annars minkar, skal ein bygd, har fólkatalið stendur í stað, kanska ikki lata so illa at. Men sambært Paula Petersen er hetta ikki rætti mátin at hugsa. Fær hann sín vilja, so verður ein menningarleiðari settur í kommununi at arbeiða við øllum tí sum kann menna og stimbra bygdina.
- Umsitingin hjá Vestmanna kommunu man vera millum tær minstu í landinum. Her eru bara trý fólk á skrivstovuni umframt meg. So tí er tað sera avmarkað, hvat vit fáa gjørt. Men hetta er enn bara ynski hjá mær, sum eg ætli at leggja fyri ein samansjóvingarfund sum vit fara at skipa fyri í næstum, sigur Pauli Petersen.
Havnin vunnið havnina
Frá náttúrunar hond er havnin í Vestmanna nógv tann besta á Streymoynni og millum tær allar bestu í Føroyum. Nógv virksemi hevur altíð verið á havnalagnum, men nú eru bæði fiska- og laksavirki stongd og sama er við skipasmiðjuni. Til ber helst at siga, at Kollafjørður hevur tikið yvir leiklutin, sum Vestmanna einaferð hevði sum havnin, har skipini leitaðu. Spurningurin er so, um Vestmenningar hava verið nóg framsóknir, um teir hava ligið sjóvarfallið av sær og eru yvirhálaðir av grannakommununi í Norðstreymoy. Borgarstjórin í Vestmanna ivast í, um veruleikin er so einfaldur, hóast kanska eitt vet av sannleika er í tí.
- Tú mást minnast til, at nærum øll skipini vórðu seld av bygdini, og tað er trupult hjá einum bygdaráði at gera nakað við tað. Fiskavirkið er nú selt til lokalar kreftir, frystihotel er á havnalagnum og tað eru bara dagar síðani at ein rúgva av svartkjafti kom uppá land. So vit síggja glottar.
Kvívík
Viðurskiftini millum Vestmanna og grannabygdina Kvívík hava í ein mun verið merkt av ósemjum seinastu árini. Bygdirnar hava ligið í sak um markið, í samband við ein bátahyl sum Kvívík fór undir innanfyri kommunumark, á Válinum, men sum Vestmanna fekk steðgað við fútaforboði. Tað sakina tapti Vestmanna. Spurdur, sigur Pauli Petersen, at hann sær tað sum eina stóra uppgávu fyri seg at slætta sjógvin millum bygdirnar.
- Eg fari at biðja Dánjal Petur (borgarstjóran í Kvívík, red) um ein fund, har tað skal gerast greitt at vit ynskja góð viðurskifti og gott samband millum bygdirnar. Vit hava hóast alt so nógv felags áhugamál, og koma heilt víst nógv longri um vit arbeiða saman.










