at kanna møguleikarnar at gera eina koyritekniska breyt í Føroyum. Tað hevur í mong ár verið ynski um at fáa eina venjingarbreyt við hálkubreyt í Føroyum, har bilførarar millum annað kunnu læra grundleggjandi [...] vandamiklar støður í einum tryggum umhvørvi. Annika Olsen, landsstýriskvinna, hevur tí avgjørt at seta ein arbeiðsbólk at kanna møguleikarnar at gera koyritekniska breyt. Í bólkinum eru: ? Jákup Jacobsen, umboð [...] Ferðslutrygd, og ? Jari Lykke, umboð fyri Koyrilærarafelagið Bólkurin hevur í dag havt sín fyrsta fund og skipaði seg við Jákup Jacobsen, stjóra á Akstovuni, sum formanni. Miðað verður ímóti, at álitið skal
skal verða banna at selja sigarettir í Føroyum, heldur formaðurin í Krabbameinsfelagnum - Um nøkur ár eigur tað at verða bannað at selja tubbak í Føroyum, sigur Jákup N. Olsen við Sosialin um vikuskiftið [...] ð. Sostatt tekur hann undir við Pál Weihe, formanni í Fólkaheilsuráðnum, sum segði í Sosialinum herfyri, at vit eiga at hava eina null hugsjón, hvat royking viðvíkur. Hetta er eitt rák, sum eisini vindur [...] teir myndugleikar í Føroyum, sum hava við fyribyrging at gera, taka undir við. - Vit taka undir við øllum átøkum, sum kunnu fyribyrgja royking, so einfalt er tað, sigur formaðurin í Krabbameinsfelagnum
Aftur í ár mælir ráðgevandi nevndin hjá ICES til stórar skerjingar av botnfiskaveiðini undir Føroyum. Útlitini hjá okkara botnfiskastovnum eru bjartari enn í fjør, men hetta sæst bert í lítlan mun aftur [...] aftur í ráðgevingini hjá ICES fyri komandi fiskiár. - Av tí, at einki annað fyriliggur, nýtir ICES sonevndu fyrivarnisregluna sum grundarlag. Hendan sigur í stuttum, at veiðitrýstið skal ikki vera hægri enn [...] Eru hesi krøv ikki lokin, verður mælt til at fáa hetta uppá pláss sum skjótast. Tað sigur Jákup Reinert, limur í ráðgevandi nevndini hjá ICES. ICES mælir tí til, at veiðan eftir upsa verður minkað við 38%
játtaður til stórhøll í Hoyvík. Tórshavnar Kommuna og danska fólkatingið hava játtað tilsamans 140 mió. kr. til verkætlanina í Hoyvík. Høvuðsendamálið hjá bólkinum er at fáa eina stórhøll í Føroyum, sum kann [...] løgtinginum at játta neyðuga stuðulin til stórhøll í Hoyvík. Vegna bólkin hava hesi skrivað undir tíðindaskrivið : Alexandur Johansen, Pól Jákup Poulsen, Hans Jákup Mikkelsen, Eivind Jacobsen [...] hondbólti. Við høllini í Hoyvík verður endamálið rokkið. Bólkurin heldur, at hann hevur tænt sínum endamáli, tí arbeiðið hjá bólkinum hevur skundað undir tilgongdina at fáa eina stórhøll í Føroyum. Við at bólkurin
U18 manslandsliðið í hondbólti tapti sera tepurt 27-28 fyri Kroatia í hálvfinaluni um rættin at spæla um trettandi plássið í EM-endaspælinum í Montenegro. Føroyar vóru á odda 15-14 í steðginum. Føroyar [...] málroyndum, og tað bleiv tann lítli og avgerandi munurin. Í dag var tað Rúnar Hammer, ið gekk undan hjá Føroyum við at skjóta heili 12 mál. Jákup Egholm stóð seg eisini væl við sjey málum. Føroyar skulu [...] taparin stendur eftir við svartaperi. Málskjúttar: Rúnar Hammer 12/17, Jákup Egholm 7/9, Magnus Arason 4/5, Jón Midjord 2/2, Fríði Holm í Innistovu 1/1, Haraldur Karlsson 1/2. Bjargingar: Ingi Johannesen 6/27
Kovacevic, sum í vetur varð settur sum venjari hjá felagnum, er ikki longur í sessinum, skilst. Við sigri í Suðuroyarkappingini, sum VB/Sumba skipaði fyri, og við fjórðingsfinalusessi í steypakappingini [...] avbyrgt í botninum. Hans Jákup Andreasen, formaður hjá Skála, vil ikki vátta tíðindini. - Vit fara at umrøða venjaraspurninginum á fundi í kvøld. Og ikki fyrr enn tá fái eg sagt nakað, sigur Hans Jákup. [...] ni tóktist Skála annars hava fingið eina hampulia byrjan, men í landskappingini hevur einki borið til. Hóast HB, EB/Streymur og NSÍ øll verða roknað millum FM-favorittarnar, so var tað neyvan ætlanin,
sær fyri, at nýggjárskonsertin skal vera fastur táttur beint eftir nýggjárið í komandi tíðum. Fyrsta konsertin var í 1994. Í ár vóru tríggjar framførslur. Umframt tvær sunnudagin var eisini ein leygarkvøldið [...] fólk verið í Norðurlandahúsinum og hoyrt konsertina, og uppímóti 200 fólkum hava verið í gongd bæði á pallinum og handan leiktjaldið hvørja ferð. Konsertin sunnukvøldið varð send beinleiðis bæði í útvarpi [...] gt virksemi kunnu samstarva sum í útlondum. ? Vit hava funnið okkara egna stíl á hesum konsertunum við løttum klassiskum tónleiki, solistum og kórsangi, sigur Pól Jákup Thomsen, sum leggur afturat, at
elið á FM1. Gestir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum og Klæmint A. Olsen, ið flutti niður við liði sínum, NSÍ. Jákup Ósá staðfestir, at nú Mikkjal Thomassen er givin í KÍ má KÍ fáa ein royndan [...] trýstinum at skula vinna FM, avrika væl í Evropa og gera tað betur í steypakappingini. Klæmint A. Olsen hevur ikki tikið endaliga støðu enn um hann fer við NSÍ niður í 1. deild. Um hann fer til eitt annað [...] eitt lið í Føroyum. Tó eru tilboð komin frá útlendskum feløgum. Klæmint hevur leingi verið greiður yvir, at tað fer ikki at bera til at spæla í næstbestu deildini um hann vil vinna seg á landsliðið í 2023
gav B36-heimafjøldini nakað at fegnast um í fyrsta heimadystinum hjá honum fyri B36 í Betrideildini. Júst í 36. minutti sendi Árni Frederiksberg eitt fríspark upp í samankomingina, og legði B36 á odda við [...] samrøðuna sendingin "Triði Hálvleikur" gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg. Jákup viðgongur, at spælið bleiv heldur fjálturstungið í seinna hálvleiki, men hann fegnast um, at verjan stóð væl, og hann [...] staðfestir, at tað var B36 sum kom til teir stóru málmøguleikarnar hóast stóra leikliga trýstið hjá Skála í seinna hálvleiki. 2) Hoyr samrøðuna sendingin "Triði Hálvleikur" gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála
hvørjir skulu døma FM finalurnar í hondbólti, sum byrja mikudagin. Hjá monnunum eru H71 og VÍF í finaluni, meðan tað hjá kvinnunum eru Neistan og Kyndil, sum eru í finaluni. Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus [...] a, sum er í Vestmanna. Síðani døma Arnar Dam og Gert Å. Hansen mansfinaluna leygardagin í Hoyvík, meðan Hannis Wardum og Heri Petersen døma seinnu kvinnufinaluna, sum eins og tann fyrra er í høllini á [...] sigur beinleiðis frá øllum finalunum. Mikudagin 20.04.16: 18.30 Kyndil – Neistin (kvinnur) Dómarar: Jákup Símun Simonsen og Gunnar Djurhuus 20.00 VÍF – H71 (menn) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul S