B36 hevði málmøguleikarnar - Skála hevði spælið (FM1)

(FM1) Hoyr høvuðsvenjararnar, Jákup á Borg (B36) og Eyðun Klakstein (Skála) lýsa dystin B36-Skála 1-0 (1-0)

Árni Frederiksberg gav B36-heimafjøldini nakað at fegnast um í fyrsta heimadystinum hjá honum fyri B36 í Betrideildini.

 

Júst í 36. minutti sendi Árni Frederiksberg eitt fríspark upp í samankomingina, og legði B36 á odda við einum sera vøkrum máli, ið eisini gjørdist sigursmálið hjá B36.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr samrøðuna sendingin "Triði Hálvleikur" gjørdi við høvuðsvenjarin hjá B36, Jákup á Borg. Jákup viðgongur, at spælið bleiv heldur fjálturstungið í seinna hálvleiki, men hann fegnast um, at verjan stóð væl, og hann staðfestir, at tað var B36 sum kom til teir stóru málmøguleikarnar hóast stóra leikliga trýstið hjá Skála í seinna hálvleiki.


2) Hoyr samrøðuna sendingin "Triði Hálvleikur" gjørdi við høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein. Eyðun er leikliga væl foreintur við tað hann sá, men hann viðgongur, at liðið má skapa fleiri upplagdar málmøguleikar og gagnnýta teir nú TB kemur á vitjan á Skála um eina viku.