FM1: Klæmint hevur ikki tikið nakra endaliga avgerð enn

(FM1) Gestir í Fótbóltspanelinum hjá FM1 í morgun vóru Jákup Ósá og Klæmint A. Olsen

##med2##

 

Seinnapartin reikaði Tróndur Arge fyri sendingini Fótbóltspanelið á FM1.

 

Gestir vóru Jákup Ósá frá bolt.fo og Norðlýsinum og Klæmint A. Olsen, ið flutti niður við liði sínum, NSÍ.

 

Jákup Ósá staðfestir, at nú Mikkjal Thomassen er givin í KÍ má KÍ fáa ein royndan venjara at taka yvir, ein venjara sum kann liva undir trýstinum at skula vinna FM, avrika væl í Evropa og gera tað betur í steypakappingini.

 

Klæmint A. Olsen hevur ikki tikið endaliga støðu enn um hann fer við NSÍ niður í 1. deild. Um hann fer til eitt annað lið er nærliggjandi, at tað gerst talan um eitt lið í Føroyum. Tó eru tilboð komin frá útlendskum feløgum. Klæmint hevur leingi verið greiður yvir, at tað fer ikki at bera til at spæla í næstbestu deildini um hann vil vinna seg á landsliðið í 2023. Hetta hevur landsliðsvenjarin gjørt greitt fyri honum.

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra sendingina. 

 

Fótbóltspanelið. Gestir: Jákup Ósá og Klæmint A. Olsen

Fótbóltspanelið. Gestir: Jákup Ósá og Klæmint A. Olsen