Skála sendir venjaran heim

Hóast tað enn eru 23 umfør eftir at rætta skútuna, so hevur leiðslan á Skála longu fingið nóg mikið. Dragan Kovacevic, sum í vetur varð settur sum venjari hjá felagnum, er ikki longur í sessinum, skilst.

Við sigri í Suðuroyarkappingini, sum VB/Sumba skipaði fyri, og við fjórðingsfinalusessi í steypakappingini tóktist Skála annars hava fingið eina hampulia byrjan, men í landskappingini hevur einki borið til. Hóast HB, EB/Streymur og NSÍ øll verða roknað millum FM-favorittarnar, so var tað neyvan ætlanin, at úrtøkan skuldi vera púrasta sør móti hesum. Og tann so væl kendi dropin kom helst, tá Skála sunnudagin tók ímóti AB. Tann dystin vunnu argjamenn 2-0, og við tí úrslitinum er Skála nú púrasta avbyrgt í botninum.

Hans Jákup Andreasen, formaður hjá Skála, vil ikki vátta tíðindini.

- Vit fara at umrøða venjaraspurninginum á fundi í kvøld. Og ikki fyrr enn tá fái eg sagt nakað, sigur Hans Jákup.