Aftur í ár mælir ráðgevandi nevndin hjá ICES til stórar skerjingar av botnfiskaveiðini undir Føroyum. Útlitini hjá okkara botnfiskastovnum eru bjartari enn í fjør, men hetta sæst bert í lítlan mun aftur í ráðgevingini hjá ICES fyri komandi fiskiár.
- Av tí, at einki annað fyriliggur, nýtir ICES sonevndu fyrivarnisregluna sum grundarlag. Hendan sigur í stuttum, at veiðitrýstið skal ikki vera hægri enn eitt ávíst støði, eins og gýtingarstovnarnir skulu vera omanfyri eitt minstavirði. Eru hesi krøv ikki lokin, verður mælt til at fáa hetta uppá pláss sum skjótast.
Tað sigur Jákup Reinert, limur í ráðgevandi nevndini hjá ICES.
ICES mælir tí til, at veiðan eftir upsa verður minkað við 38%, og fyri tosk á landgrunninum verður veiðan minkað 24%.
- ICES mælir eisini til, at eingin beinleiðis veiða verður eftir hýsu, eins og eingin fiskiskapur eigur at fara fram eftir toski á Føroyabanka, sigur Jákup Reinert, limur í ráðgevandi nevndini hjá ICES.










