Steðga við arbeiðnum at fáa eina stórhøll á Strondum

Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við stórhøll á Strondum, leggur nú árarnar inn, tí við høll í Hoyvík verður endamálið rokkið.

Arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við stórhøll á strondum gevst nú við hesum ætlanum, og bólkurin hevur í kvld sent soljóðandi tíðindaskriv til miðlarnar.

 

Bólkurin skal hervið boða frá, at hann steðgar við arbeiðnum at fáa eina stórhøll á Strondum. Somuleiðis verður umsóknin um stuðul, sum er send løgtinginum, tikin aftur.

 

Orsøkin er, at stuðul nú er játtaður til stórhøll í Hoyvík. Tórshavnar Kommuna og danska fólkatingið hava játtað tilsamans 140 mió. kr. til verkætlanina í Hoyvík.

 

Høvuðsendamálið hjá bólkinum er at fáa eina stórhøll í Føroyum, sum kann hýsa altjóða landsdystum hjá føroyskum hondbólti. Við høllini í Hoyvík verður endamálið rokkið. Bólkurin heldur, at hann hevur tænt sínum endamáli, tí arbeiðið hjá bólkinum hevur skundað undir tilgongdina at fáa eina stórhøll í Føroyum.

 

Við at bólkurin tekur sína umsókn aftur, er lættari hjá fíggjarnevndini hjá løgtinginum at játta neyðuga stuðulin til stórhøll í Hoyvík.

 

Vegna bólkin hava hesi skrivað undir tíðindaskrivið :  Alexandur Johansen, Pól Jákup Poulsen, Hans Jákup Mikkelsen, Eivind Jacobsen