Føroya Symfoniorkestur hevur sett sær fyri, at nýggjárskonsertin skal vera fastur táttur beint eftir nýggjárið í komandi tíðum. Fyrsta konsertin var í 1994.
Í ár vóru tríggjar framførslur. Umframt tvær sunnudagin var eisini ein leygarkvøldið. Tað var Eimskip, sum hevði keypt eina framførslu til viðskiftafólk og starvsfólk síni. Symfoniorkestrið fegnast stórliga um, at vinnan og mentanarligt virksemi kunnu samstarva sum í útlondum.
? Vit hava funnið okkara egna stíl á hesum konsertunum við løttum klassiskum tónleiki, solistum og kórsangi, sigur Pól Jákup Thomsen, sum leggur afturat, at fortreytin fyri at nýggjárskonsertini er samstarvið millum útvarpið, sjónvarpið, Norðurlandahúsið og Symfoniorkestrið, sum hevur riggað avbera væl.
Tilsamans hava eini 1050 fólk verið í Norðurlandahúsinum og hoyrt konsertina, og uppímóti 200 fólkum hava verið í gongd bæði á pallinum og handan leiktjaldið hvørja ferð.
Konsertin sunnukvøldið varð send beinleiðis bæði í útvarpi og sjónvarpi, so tað eru ein stórur partur av Føroya fólki, sum hevur hoyrt konsertina, og Pól Jákup sigur, at hetta er ein konsert fyri alt fólkið.