Tey bæði eru samd um, at tað er eitt nógv størri forpliktilsi at eiga eitt barn saman, enn at tey nú skulu giftast. Tey hava tó leingi tosa um at giftast, og Thomas hevði lovað at gera okkurt serligt burturúr [...] blaðnum leygardagin. Eingin gjørdist tó meira yvirraska enn Vilda Bech, tí tað var hana, sum hennara nú komandi hjúnafelagi, Thomas, fríggjaði til. Bæði rørd og firtin Tað var leygarmorgunin, at Vilda fekk [...] rørd, tá eg sá heilsanina. Seinni gjørdist eg tó eitt sindur firtin, tí eg hugsaði, at alt Føroya fólk eisini hevði sæð heilsanina, sigur Vilda. Tað var eydnast Thomasi ganga saman við vinir og familju
Ferðslutrygd ? Nú má okkurt gerast við vegin í Øravík. Tað heldur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Nú ein bilur einaferð enn rendi á umstrídda SEV-tornið, sum stendur beint við vegin [...] verið at hoyrt- heilt til nú, aftur eitt óhapp hendi, har ein bilur fekk heilt stóran skaða og ein maður varð fluttur á sjúkrahúsið við brotnum armi. Okkurt má gerast Men nú kjakið er kyknað uppaftur eftir [...] hægri. Tað var eftir syndarligu vanlukkuna í september í 1999, har tríggir ungir dreingir lótu lív, at fólk av álvara fóru at tosað um at tað var neyðugt at gera nakað við ferðslutrygdina á hesum vegastrekkinum
Tjóðveldismenn kunnu sjálvandi siga, at teir ikki eru tað sama sum átakið »Hesuferð«. Men tíbetur duga fólk flest eisini at hugsa, og síggja hvussu tingini hanga saman. Hvør billar fólki nakað inn? Tað sigst [...] Fyrst skal politiið yvirtakast, við ella uttan samráðing. (Minnst til at tjóðveldis- og hesuferð-fólk longu sita á Útvarpinum og Sjónvarpinum og eisini í øðrum miðlum). So skjótt kunnu teir sita bæði [...] so sita teir á »fullveldinum«, har (summir) føroyingar »hava evsta vald«. Tá og Hesuferð Til hetta skulu aktivistarnir í »Hesuferð« brúkast. Kravgongur, lesarabrøv, hóttanir. Anonymir bakmenn skriva kladdur
húsast so nógv fólk til dagligt, og ikki eru øll gloymd. Kemur nú niðan á Eirargarð, eru til vinstu lág hús, har fólk býr og til høgru stór íbúðarhús, har nógv fólk býr, og ikki bara fólk, sum er knýtt [...] onnur sagt til tað, at so nógv fólk koma slóðandi inn í gongina, fólk, tey ikki kenna, og sum einki hevur við tey at gera. Nú tað er í umbúna at stovna deild til doyggjandi fólk, er mær komið fyri oyru, at [...] krók í egnum húsum. So hvørt fólk eru flutt út, flyta onnur inn. Men húsfólkið og teirra avvarðandi verða ikki spurd. Húsini á Eirargarði 14-16 vóru bygd til evnaveik fólk. Nú standa langar greinir við stórum
nýggi stjórin ikki ætlanir um. ? Vit skulu arbeiða við tí, sum vit hava. Starvsøki fara at verða broytt og løgd saman, men vit skulu varveita fólkini. Ambitiøs mál Nú hann tekur við starvinum hevur Mikkjal [...] stovnurin hevur nú. Tað skal ein munandi øking av hesum tilfeingi til, áðrenn slíkar visiónir kunnu førast út í lívið. Sum er røkka pengarnir bara til lønir og lítið annað. Útbúgvin fólk heim Men pengar [...] fram á sjónvarpsskíggjunum í føroyskum heimum skal mennast, bæði í dygd og í vavi. Og hóast fólk ikki skulu vænta sær stórvegis broytingar fyrr enn eftir nýggjár, so hevur Mikkjal Helmsdal longu stungið
Hóast umstøðurnar eru munandi betri nú enn fyrr, so er ein sjónleikur altíð ein forkunnugur biti. Serliga tá leikurin hevur okkurt slag av føroyskum tilknýti. Leikurin hetta kvøldið hevur so sanniliga [...] endanum av 19. øld. Tað er ein skipsbrotið maltesi, sum rekur á land úti í Koltri. Beinanvegin bera fólk tokka til hansara, og áðrenn tú veitst av, er ein longri listarliga fortald frásøgn sett ígongd. Tað [...] fortald av trimum kvinnum, sum ikki eru úr samtíð søgunar. Tær tríggjar eru okkara eygu og oyru, og tær skulu siga okkum alt, sum vit, meðan leikurin fer fram, hungra eftir. Talan er um ein leik, har samanspælið
Hesi tølini byggja á metingar og útrokningar, sum serkøn fólk á økinum og sum hava drúgvar royndir innan oljuleiting, hava gjørt fyri blaðið. Nú tað er ein sannroynd, at nettupp á teimum støðum, har borað [...] Teir hava í dag borað (undantikið dagar, har borurin hevur staðið stillur) í einar 32 dagar. Teir skulu bora umleið 4300 metrar. Og øll verkætlanin er mett at taka einar 78 dagar. Tá er helst eisini lagt [...] ella so. BP byrjaðí at bora við West Navion 23. juli, tvs. at teir hava borað í einar 22 dagar. Teir skulu bora niður á 4800 metrar. Av tí at skipið er nógv betri útgjørt og tað sær út til at hava gingið væl
annað til búfólkið. Tað er hesin bygningurin, sum nú er reistur, og gongst sum æltað, kann hann takast í nýtslu móti summri komandi ár. Umframt sambýlið skulu 24 eldraíbúðir eisini gerast, og hetta arbeiðið [...] arbeiðið byrjar fyrsta dagin. Eldraíbúðirnar skulu væntandi verða lidnar fyri árslok komandi ár. Stórur áhugi hevur verið fyri eldraíbúðunum, og nógv fólk standa á bíðilista.
sum skal tala á teimum ymsu støðunum, kórið vitjar. Kórið í Bestesda telir 60 fólk, men á ferðini til Noregs verða tey 32 fólk. Leiðari hjá kórinum er Jógvan við Keldu, og hann hevur verið leiðari seinastu [...] tí liðin 75 ár, síðani kórið sang sínar fyrstu sangir. Í dag fer Betesdakórið til Noregs, har tey skulu vitja á leiðini við Stavanger og Haugesund. Har fara tey at vitja í ymsum fríkirkjum, og onkur vitjan [...] Jógvan við Keldu, kórleiðari, sigur, at tey hava vant nógv seinastu tíðina, og kórið er sera væl fyri, nú tey fara til Noregs. Betesdakórið verður á ferð í Noregi í eina viku.
Hvalba. Ómetaliga tungt Fólk, sum hava tilknýti til fiskivinna meta, at letur virkið í Hvalba fyrst aftur, fer tað at vera ómetaliga møtimikið at fáa tað latið upp aftur, tí tá skulu ES-krøv av øllum handa [...] Fiskivinna Arbeiðið á flakavirkinum í Hvalba er tryggjað. í øllum førum í eina tíð afturat. Nú eru eitt sindur síðani, at virkið í Hvalba fór í gjaldssteðg. Men tá ið tað skuldi halda uppat, gjørdi Føroya [...] hjá okkum í Hvalba verður yvirhøvur, sigur Hans Johannus á Brúgv. Støðugt arbeiði Fiskasølan hevur nú rikið virkið í Hvalba í einar tríggjar mánaðir og hesa tíðina hevur verið hampiliga nógv arbeiði. Hvussu