Eldrasambýlið reist

Nevndin fyri sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku er fegin um, at bæði kostnaðarmeting og tíðarætlan fyri byggingina er á góðari leið

 

Í dag verður reisigildi í Klaksvík. Orsøkin er, at nýggja eldrasambýlið undir Kráarbrekku er reist.

Seinastu mánaðirnar hevur arbeiðið undir Kráarbrekku gingið væl, og nevndin fyri Sjálvsognarstovnin undir Kráarbrekku sigur seg fegnast um, at byggingini á leið fylgir løgdu konstnaðarmetingini og tíðarætlanini.

Fyrsta byggistigið av verkætlanini undir Kráarbrekku er í trimum pørtum, og sáttmálar eru gjørdir fyri allar hesar partar.


Liðugt komandi summar

Fyrsta uppgávan var at gera økið byggibúgvið, og síðani varð farið undir sjálva byggingina av einum bygningi til 16 búfólk. Í hesum sambýli verða eisini felagshøli og annað til búfólkið.

Tað er hesin bygningurin, sum nú er reistur, og gongst sum æltað, kann hann takast í nýtslu móti summri komandi ár.

Umframt sambýlið skulu 24 eldraíbúðir eisini gerast, og hetta arbeiðið byrjar fyrsta dagin. Eldraíbúðirnar skulu væntandi verða lidnar fyri árslok komandi ár.

Stórur áhugi hevur verið fyri eldraíbúðunum, og nógv fólk standa á bíðilista.