Eitt tekniskt óhapp bleiv ein politiskur brølari. Eitt e-meyl frá almennari skrivstovu í London reyk út til nakrar skeivar adressur m.a. Sosialin og Dimmu, og á onkran hátt kom tað eisini til løgmans.
Og eg skilji væl, at hann øtaðist. Ein samgonguflokkur arbeiðir við ætlanum um at mótarbeiða og helst sabotera samráðingarlinjuna við donsku stjórnina um yvirtøkur og styrkt sjálvstýri ella fullveldi. Tjóðveldismenn kunnu sjálvandi siga, at teir ikki eru tað sama sum átakið »Hesuferð«. Men tíbetur duga fólk flest eisini at hugsa, og síggja hvussu tingini hanga saman.
Hvør billar fólki nakað inn?
Tað sigst í meylinum, at løgmaður roynir »at billa fólki inn«, at nakað meira er at samráðast um. Um ikki so er, so er eittans annað at bjóða uppá: Sjálvtekt. Og tað er eisini tað, sum á ymiskan hátt er innbakað í »sjálvstýrisleistin«, sum løgmaður - helst undir trýsti - hevur sett sítt navn undir. Fyrst skal politiið yvirtakast, við ella uttan samráðing. (Minnst til at tjóðveldis- og hesuferð-fólk longu sita á Útvarpinum og Sjónvarpinum og eisini í øðrum miðlum). So skjótt kunnu teir sita bæði á propagandaapparatinum og maktapparatinum. Og so sita teir á »fullveldinum«, har (summir) føroyingar »hava evsta vald«.
Tá og Hesuferð
Til hetta skulu aktivistarnir í »Hesuferð« brúkast. Kravgongur, lesarabrøv, hóttanir. Anonymir bakmenn skriva kladdur til lesarabrøv, sum hentir idiotar seta navn sítt undir. Ikki samráðing, men provokatión. Ikki fólkaligt og politiskt tolni, men konfrontatión.
»Hesuferð« er tað útvalda liðið, verjubólkurin, Schutsstaffel, sum skal verja leiðaran og føra vilja hansara til veruleika. »Okkara áhugi er ikki at taka lut í flokspolitiska arbeiðinum á tingi«, sum tey skriva á heimasíðuni. (Har eru annars bæði greinasavn og kjaksíða, men einki er undirskrivað, alt er anonymt!). »Hesuferð« er sjálvandi valt sum navn á átakinum, sum teir kalla tað, tí hesuferð skal loysingin ikki gleppa teimum av hondum, sum í 1946. Nú skal maktin fasthaldast og brúkast, kosta hvat tað vil. Hesuferð skal loysast: Endlösung.
Men sjálvandi er einki ólógligt at gera fylkingar ella átøk. Tað problematiska kann vera, at tær í veruleikanum ofta eru ódemokratiskar, tí tað eru ein leiðandi klika, ella sum her, anonymir bakmenn, sum koyra spælið.
Spurningurin er nú blivin aktuellur aftur: Hevur hesin »leiðarin« sjálvur nakran vilja? Hevur hann gorrað um annað enn hatta fullveldi (ella loysing, sum tað kallaðist fyrr)?
Høgni Hoydal er orðloysingur
Tað kom mongum dátt við, at HH avhøvdaði Signar á Brúnni, hóast Signar hevði fingið orð fyri, at um kanningarnevndin fríkendi hann, so skuldi Signar fáa landsstýrissesssin aftur. Tá HH fekk frænir av, at Signar fór at verða fríkendur, bleiv ein annar útvaldur maður, sum ikki dugdi fólkaskikk, settur í staðin. Hetta undurbarnið fór tó sum ein sápubløra. HH helt ikki orð, tað vita øll, tí er hann orðloysingur.
Høgni Hoydal er fantastur
Hann livir í einari fantasiverð, har hansara egna snakk og tað, hann verður fóðraður við av anonymum bakmonnum, myndar hansara dreymaverð. Fantasiverðin er svørt/hvít; tað er loysing ella ein rotin blokkur. Sparkaður inn í politikk tveir mánaðar undan seinasta val. Hevði gjørt seg bemerktan sum miðal miðlamann í tjóðveldissjónvarpinum. Brúkt tíð og pengar uppá at propagandera og øsa um bankamálið út frá einum trongum og partískum sjónarmiði. Yvirtrekt kontoina, so Signar seinni noyddist at fylla 3 mill. í kassan hjá sjónvarpinum. Hvørja tøkk fekk Signar?
Høgni Hoydal er skræðugákur
Sum ein gomul slitin grammofonpláta koyrir hann dag út og dag inn í somu foyru. Fullveldið er himmiríki, blokkstuðulin er rótin til alt ilt. Øll hava tit hoyrt hetta fleiri túsund ferð. Og tíverri - sum so ofta er - so eru tað tey, sum trúgva uppá hesa følsku propagandu. Fyrsta árið vóru nakrar hugleiðingar um politikk uppií hjá HH, uttan tó at vísa nakað víðsýni ella serligan eftirtanka. Í dag er alt bert ein nervøs endurtøka av somu foyru: Fullveldi er himmiríki, danskarar, javnaðarmenn og sambandsmenn eru nakrir lortar. Maðurin er ein bedrøviligur, men lívsfarligur skræðugákur.
Høgni Hoydal er ein sprellimaður.
Ja, soleiðis noyðist eg at siga tað nú. Ikki tí at tað er ólógligt at fáa e-meyl við góðum ráðum. Men tí at politiska gongdin seinastu trý árini í mangar mátar bendir á tað. Við rakett-ferð hevur hann, við góðari hjálp, tikið valdið í flokkinum, blivin floksformaður, hevur avhøvdað alla tað gomlu leiðsluna (í besta Macchiavelli-stíli), og sett sínar egnu inn.
Hevði tað so verið hann, sum var stýrimaður, men tað er hann ikki. Hann er bara sprellimaður. Har liggur vandin! Hvørjir eru bakmenninir, og hvat vilja teir. Hví eru teir anonymir. Tað hava fyrr verið feløg og fylkingar við anonymum limum, sum ikki bert høvdu demokrati á skránni! Summi hava viðurkent politiska mistakið, aðrir hava ikki.
Fær hann makt, sum hann hevur í akt, so situr ein orðloysingur, fantastur, skræðugákur og lívsfarligur sprellimaður við evsta valdinum í Føroyum.