Í 1920 varð kórið í Betesda í Klaksvík stovnað, og síðani hevur kórið verið virkið øll árini. 1. oktober eru tað tí liðin 75 ár, síðani kórið sang sínar fyrstu sangir.
Í dag fer Betesdakórið til Noregs, har tey skulu vitja á leiðini við Stavanger og Haugesund. Har fara tey at vitja í ymsum fríkirkjum, og onkur vitjan verður eisini í statskirkjuni.
Á ferðini til Noregs verður eisini Poul Færø, sum skal tala á teimum ymsu støðunum, kórið vitjar.
Kórið í Bestesda telir 60 fólk, men á ferðini til Noregs verða tey 32 fólk. Leiðari hjá kórinum er Jógvan við Keldu, og hann hevur verið leiðari seinastu 37 árini.
Hava vant nógv
Hetta er langt frá fyrstu ferð, at Betesdakórið er á ferð uttanlands. Uttanlandsferðirnar byrjaðu i 1946, tá manskórið í Betesda var í Danmark og sang. Har vóru upptøkur eisini gjørdar við kórinum, og tað var ókent millum føroysk kór tá.
Síðani hevur Betesda kórið verið fimm ferðir í Danmark, tey hava vitjað Ísland tvær ferðir, og í 1987 vóru tey á vitjan í Sveis.
Betesdakórið ætlar eisini at geva eina fløgu út, og ætlanin er, at hendan fløgan skal koma út næsta ár.
Á ferðini til Noregs fer Betesdakórið at syngja á bæði føroyskum og norskum. Jógvan við Keldu, kórleiðari, sigur, at tey hava vant nógv seinastu tíðina, og kórið er sera væl fyri, nú tey fara til Noregs.
Betesdakórið verður á ferð í Noregi í eina viku.









