Í filmum og søgum eru nógv dømi um menn, sum bera upp bønarorð um giftarmál fyri unnustum teirra. Mátarnir eru oftani sera kreativir, og tað liggur ræðið fyri hjá stór sjarmørunum at fáa ringin á fingurin.
Tað minti eisini um ein film, tá tað leygardagin stóð at lesa í Sosialinum, at ein maður fríggjaði til unnustu sína við at seta eina lýsing undir teiginum ?Heilsanir?.
Undir myndini stóðu føgur orð, og tað vóru eisini nógv, ið steðgaðu á, tá tey bóru eyga við heldur sjálvsomu heilsanina í blaðnum leygardagin.
Eingin gjørdist tó meira yvirraska enn Vilda Bech, tí tað var hana, sum hennara nú komandi hjúnafelagi, Thomas, fríggjaði til.
Bæði rørd og firtin
Tað var leygarmorgunin, at Vilda fekk serverað morgunmat á songina. Eisini fekk hon at vita, at onkur hevði sett eina føðingardagsheilsan í blaðið til hana. Hon hevði føðingardag leygardagin, so hetta var kanska ikki langt av leið, hóast hon væntaði, at tað var Thomas, ið hevði sett heilsanina í blaðið. Hon hevði tó ikki væntað, at var ein tílík umbøn saman við heilsanini.
-Eg gjørdist rættiliga rørd, tá eg sá heilsanina. Seinni gjørdist eg tó eitt sindur firtin, tí eg hugsaði, at alt Føroya fólk eisini hevði sæð heilsanina, sigur Vilda.
Tað var eydnast Thomasi ganga saman við vinir og familju um tað, at Vilda einki skuldi hava at vita. Hetta eydnaðist eisini.
Tey bæði hava verið saman í sløk seks ár, og eiga tey bæði sonin Jónas saman. Tey bæði eru samd um, at tað er eitt nógv størri forpliktilsi at eiga eitt barn saman, enn at tey nú skulu giftast. Tey hava tó leingi tosa um at giftast, og Thomas hevði lovað at gera okkurt serligt burturúr, tá fríggjast skuldi. Tað ber ikki til at siga annað, enn at hann helt orð.
-Eg hevði planlagt hetta í fleiri vikur, og fyrireikingararbeiði er farið fram í loyndum, og eg hevði ikki lítið av nervum, sigur Thomas.
Giftast komandi ár
Tey bæði búgva til dagligt í Danmark, og tað verður eisini í Danmark, at tey fara at uppihalda sær í nærmastu framtíð. Orsøkin er, at tey hava starv í Danmark, men tað ber, sum nú er, ikki til at fáa eitt líknandi starv í Føroyum. Eisini eru íbúða og ansingar møguleikararnir als ikki nøktandi. Vilda er útlærd ljósmóðir og Thomas er flogmekanikari.
Spurningurin, hvar brúdleypið skal haldast, er ikki greiddur enn. Tey eru greið yvir, at tað eru nógv viðurskifti, sum greiða skal fáast á, áðrenn tey bæði kunnu kalla seg mann og konu.
Fyribils siga tey, at miðjað verður ímóti, at brúdleypið skal haldast í mai-juni komandi ár.
Inntil tá, kunnu tey ganga og gleða seg.
Sosialurin ynskir teimum báðum alt tað besta í framtíðini.