samstarva. Og fortreytin fyri samstarvi er eitt minstamark av áliti. Tá má vera álit millum fólk í sama flokki. Tá má vera álit millum flokkar, sum skulu samstarva. Og tað má vera álit millum flokkar og veljarar [...] politiskum flokki? Og hvat nú um øll vita tað? Ja, so er at gera tað, sum gerast skal. Og øll vita, hvat tað er. Jago má vísast á dyr. Lata onnur sær lynda, at Jago ærumeiðir, lýgur og baktalar fólk, eru [...] eru tey líka dirvisleys sum hann. Og so fær flokkurin hvørki virka í samongu ella andstøðu. Allur politikkur druknar í Jagosa runudíki av hóttanum og útspilling. Er tað støðan, hevur eingin veljari nakra
akkurát Jørgen Niclasen. Og rokningin verður goldin hvønn, men tann stóra rokningin verður goldin um 20-30 ár og hon skal rindast av teimum, sum Jørgen Niclasen nú stendur og grætur um. Her sipar hon uttan [...] svara siðiligt til slíkt. Hann heldur at hetta er niðurgerðing og tað, sum Sonja Jógvansdóttir førir fram er ikki politikkur. - Tað er hatur og tað hoyrir ikki heima á Føroya Løgtingi, segði Jørgen Niclasen [...] Samhaldsfasta - og útgjaldið úr honum til pensjónistar. Ætlanin er, at grundupphæddin í fólkapensjónini skal skerjast 580 krónur um mánaðin, men afturfyri skal viðbótin, sum er skattskyldug, hækka, og harafturat
við vitan og vilja, og ímóti ávaringum frá búskaparfrøðingum bæði innan- og uttanlands, fara at ríva vælferðarsamfelagið niður? Hvussu skal ein hava samvitsku sjálvur at taka ímóti skattalætta og samstundis [...] tey allarríkastu, og tískil hava gjørt seg til ússaligar dukkur í træðrum? Vinnulív og politikkur – Samstarv er ikki at eiga hvønn annan Við hesum vil eg ikki siga, at politiska lívið og vinnulívið ikki [...] hvussu illa sitandi politikarar bera seg at, bæði í privata lívinum og í politikkinum. Ein hoyrir (og lesur) um svikagerðir og falsan, og at teir samvitskuleyst nýta landsins pening. Javnan hoyrist, at teir
ongantíð og skjótt og kemur tað at krevja, at vit sum valdir eru av stýra hesum landið hava neyðuga dirvið til at takað ta skilabestu loysnina fyri samfelagið sum heild. Eitt stendur púra greitt og tað er [...] framskygni og vurder-ingar av framtíðarútlitum og evt. loysningsmodellum hava teir verið alt annað enn dugnaligir til at komað við. Okkum nýtist ikki bakklókar ? hvat segði eg frágreiðingar sum broytast og tillagast [...] arbeiðspláss og innan hvørjar vinnur er besti møguleikin at skapað nýtt í Føroyum havandi okkara fjarleika geografiskt í hugað ?Hvussu okkara politikkur best kemur samfelagnum sum heild tilgóðar. Rætt og slætt
ov nógv og gjølla at okkara egna nalva. Kanska ein av orsøkunum til, at politiska kjakið í Føroyum alt ov ofta er á so lágum og einkissigandi støði er, at vit alt ov sjálvdan lyfta høvdinum og síggja okkum [...] halda fast við, at hetta er nakað vit mugu fyrihalda okkum til og hugsa um. Og júst har liggur okkara trupulleiki, tí hví skal føroyskur politikkur taka støðu til slíkt? Okkara rødd verður jú ikki hoyrd í nøkrum [...] eisini fyri okkara lítla samfelag verða lagdar. Hví er føroyskur politikkur so nalvafestur? Hvussu kunnu vit fáa størri perspektiv á hann og harvið lyfta hann upp á eitt hægri, minni persónbrikslandi støði
meldurhvirlu og hevði skorað seg fasta í vøllin. Menn tóku tað sum eitt tekin um, at har við Mataránna skuldi nýggja kirkjan standa. Og her stendur hon framvegis stívliga 175 ár seinni. Áin tutlar og teskar [...] tað stóra hav og hvørvir. Og ein dag eru okkara dagar runnir út í aldarinnar hav. Men kirkjan stendur líka trygg sum altíð. Tann boðskapur her hevur ljóðað øll hesi mongu ár, bæði í góðum og ringum tíðum [...] eftir ættarlið hava sitið og lýtt á tann sama boðskap. Í kirkjuni valdaði friður. Her kundu tey hvíla frá dagsins stríði og møði. Ein fedranna arvur, sum vit eiga at fjálga um og lata óspiltan til komandi
Hvalba vísir á, at málið flýtur millum bisp og mentamálaráðharran. - Málið hevur koyrt síðani 2007, og nú ynskir kirkjufólkið í sóknini at fáa eitt svar frá biskupi og mentamálaráðharranum. Vit vilja hava málið [...] Ólavur Rasmussen, prestur, hevur verið í farloyvi, hava aðrir prestar røkt starvið, seinast Símun P. Jacobsen, sum í dag hevði sína fráfaringargudstænastu, nú hann er settur sum prestur í Sjóvar sókn. F
nýggju kirkjuna í nýtslu, og tað verður hátíðarhildið komandi sunnudag klokkan 12.30, tá serliga hátíðargudstænasta verður í Hvalba. Jens Mortan Mortensen, prestur, fer at prædika, og sangframførslur verða [...] verða við einum barnakóri og manskóri. Aftaná bjóðar kirkjan til ábit í missiónshúsinum. Í bókini Nýggjaru Kirkjurnar eftir J.P. Gregoriussen, verður upplýst, at kirkjan stóð liðug 1. februar 1934. - Um várið [...] liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiði varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.
hildnar á ellis- og røktarheimi og í sambýlum. Sagt verður, at umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði, og annars lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum [...] Hvalba, Tvøroyri og Fámjin. Umleið 1.950 fólk búgva í prestagjaldinum. Upplýst verður, at presturin er í ávísan mun knýttur at Suðuroyar sunnara prestagjaldi, har Patrick de Neergaard er prestur í Vági. Til [...] lidnir at lesa gudfrøði og pastoralseminariið í summar kunnu søkja. Umsóknarfreistin er sett til 15. mars kl. 15. Annars verða prestastørv eisini leys at søkja í Fuglafirði og í Hvalvík í næstum.
lívsvirðini. Fólk fara pílagrímsferðir og hugsa um børnini, skúlan, náttúruvernd og so framvegis. Kanska skuldu vit nýtt enn meira tíð og orku uppá hesi viðurskifti. Tíðirnar eru góðar, men tað kann skjótt broytast [...] sálmasangi, liturgi og prædiku savna fólk, so tey kenna felagsskap í kirkjurúminum, so eri eg fegin, sigur Jens Mortan Mortensen. - Vit liva í eini tíð, har fólk tosa um innihaldið í lívinum og umrøða lívsvirðini [...] vit eru. Vit eiga at fevna hvønn annan, sum tey vit eru. Tað er einfalt, og tað er mín hugsan, sigur Jens Mortan Mortensen, prestur í Hvalba. Les samrøðu við Jens Morten Mortensen í Ólavsøkublaðnum hjá