Hvalba: Tveir sóknarprestar eru í prestagjaldinum. Presturin á Tvøroyri, Jónsvein Bech er kirkjubókaførandi og jarðarferðarmyndugleiki.
- Tænastan hjá nýggja prestinum verður skipað í samstarvi millum prestarnar, sigur Jógvan Fríðriksson, bispur á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Miðað verður fram ímóti at embætið verður sett 1. mai 2010.
Í prestagjaldinum eru fýra kirkjusóknir: Sandvík, Hvalba, Tvøroyri og Fámjin. Umleið 1.950 fólk búgva í prestagjaldinum.
Upplýst verður, at presturin er í ávísan mun knýttur at Suðuroyar sunnara prestagjaldi, har Patrick de Neergaard er prestur í Vági.
Til hetta starvið er tænastubústaður, sum er prestagarðurin í Leirum í Hvalba.
- Sóknarpresturin hevur skyldu at búgva í prestagarðinum, leggur bispur dent á.
Aðrar tænastur
Umframt tær vanligu kirkjuligu tænasturnar, fær nýggi presturin eisini aðrar uppgávur.
Afturat kirkjunum eru nevniliga onnur tænastustøð. Gudstænastur verða somuleiðis hildnar á ellis- og røktarheimi og í sambýlum.
Sagt verður, at umsøkjarar skulu hava lokið prógv í gudfrøði, og annars lúka krøvini, ið lóggávan annars setir fyri at gerast prestur í fólkakirkjuni í Føroyum.
Umsøkjarar ið ikki enn eru prestvígdir, kunnu eisini søkja starvið. Hetta kann gerast við at senda váttan frá pastoralseminarium saman við umsóknini.
Bispur vísur á, at umsøkjarar, ið ætlandi verða lidnir at lesa gudfrøði og pastoralseminariið í summar kunnu søkja. Umsóknarfreistin er sett til 15. mars kl. 15.
Annars verða prestastørv eisini leys at søkja í Fuglafirði og í Hvalvík í næstum.