Skalt tú náa málum í politikki, mást tú samstarva. Og fortreytin fyri samstarvi er eitt minstamark av áliti.
Tá má vera álit millum fólk í sama flokki. Tá má vera álit millum flokkar, sum skulu samstarva. Og tað má vera álit millum flokkar og veljarar.
Um ein persónur er álítandi, er nakað sum bara onnur kunnu gera av. Álit er nakað, tú mást vinna tær.
Skalt tú vinna tær álit, mugu onnur vita so toluliga væl hvar tú stendur, hvat tú meinar, og hvussu tú bert teg at. Tað krevur, at fólk kenna teg.
Tað krevur eisini at tú heldur teg til sannleikan ? hóast tað kann vera freistandi at lúgva.
Skalt tú vinna tær álit mást tú eisini virða rættin hjá øðrum at seta fram sína meining.
Tað krevur ikki minst at tú ert loyalur. At tú tosar við tey, tú samstarvar við, og at tú hevur dirvi til at loysa ósemjur mann til mann.
Hevur ein persónur ikki hesar eginleikar, er einki grundarlag undir áliti ? og harvið er heldur einki grundarlag undir politiskum samstarvi.
Hvat nú um...
Hvat nú um tað í einum flokki er ein maður, sum ikki hevur nakran av hesum eginleikum? Ein maður, sum eingin kennir ? heldur ikki tey, sum hildu seg kenna hann?
Hvat nú um tað í einum flokki er ein maður, sum uttan at himprast leggur eftir fólki ? eisini partamonnum ? við óndsinnaðum lygnum, um hann heldur hetta gagna sær betur enn sannleikin?
Hvat um hesin maður heldur ikki aftrar seg við at svína út familjuna hjá teimum, hann leggur eftir, og draga púra ósek fólk inn í sítt díki av óndsinnaðum lygnum?
Hvat nú um hann ikki hevur so frægt av mansbeini, at hann torir at tosa andlit til andlits við tey, hann óður við? Hvat nú um hann er so dirvisleysur, at hann steinar fólk í ryggin, fyri síðani at krógva seg?
Og hvat nú um hesin dirvisleysi maður enntá fer so langt, at hann hóttir fólk, sum ætla sær at siga sína meining alment?
Hvat er at gera við Jago?
Í sjónleikinum Othello vísir Shakespeare okkum ein falskan dirvisloysing ? Jago. Við at planta lygnir og skapa split millum onnur, roynir hann at vinna sær sjálvum fyrimunir. Tað, hann oyðileggur rundan um seg, leggur hann vertin á; hann hugsar bara um seg sjálvan.
Jago hjá Shakespeare kemur ikki úr ongum. Høvundurin mann hava møtt fleiri á síni leið, tí nógv fólk bera seg at sum Jago.
Viðhvørt ber ikki til at steðga teimum, tí tey arbeiða í tí dulda.
Men hvat nú um ein Jago stendur ovarlaga í einum politiskum flokki? Og hvat nú um øll vita tað?
Ja, so er at gera tað, sum gerast skal. Og øll vita, hvat tað er. Jago má vísast á dyr.
Lata onnur sær lynda, at Jago ærumeiðir, lýgur og baktalar fólk, eru tey líka dirvisleys sum hann. Og so fær flokkurin hvørki virka í samongu ella andstøðu. Allur politikkur druknar í Jagosa runudíki av hóttanum og útspilling.
Er tað støðan, hevur eingin veljari nakra orsøk til at velja flokkin. Og hvør troystar sær at vera limur í einum flokki, sum virkar sambært hugburðinum hjá Jago? Tey munnu vera fá. Ja, tey munnu valla vera nógv fleiri enn Finnbogi Ísakson.
So í eini slíkari støðu er neyðugt at velja. Og valið er einfalt. Tað stendur millum Jago og flokkin. Velur flokkurin Jago, velur hann sín egna undirgang.