Majbritt Pauladóttir
------------
Tað er við áhuga og undran, at eg lesi greinina “Svanasongur Sambandsfloksins” eftir Kristin Vestergaard. Áhugavert og ikki lítið hugstoytt, at gomul sannførd sambandsfólk skulu kenna seg so fremmand, har tey standa og hyggja at, hvussu landsins myndugleikar eru miðvíst farnir undir at ríva føroyska vælferðarsamfelagið niður.
Sum Kristin Vestergaard, má eg eisini siga, at tað er ræðandi at koma í landið og síggja, hvat politikarar í løtuni arbeiða fyri.
Undan valinum fekk føroyski veljarin einki ítøkiligt at vita um politikkin, sum skuldi førast
Av fleiri ávum fari eg ikki at taka til orða fyri, hvørki sambands-, sjálvstýris-, miðfloks-, fólkafloks- ella tjóðveldispolitikki. Tey, sum hava livað alt sítt lív her heima tykjast ikki longur at duga at skyna á, hvør flokkur umboðar teirra sjónarmið. Hvussu skal tá ein, sum eg, ið júst eri komin heimaftur, kunna siga nakað um tað? Málið snýr seg ikki um hetta.
Málið snýr seg um nakrar fáar menn og kvinnur – fólkavald – men sum kortini hava sett seg til róðurs við politikki, sum meirilutin av fólkinum ikki tykist taka undir við.
Hvussu kann hetta bera til? Hvussu er støðan íkomin?
Grundirnar kunnu vera fleiri. Men eitt gav eg mær far um undan valinum. Eingin flokkur segði frammanundan, hvørjar aðrar flokkar teir fóru at samstarvast við. Tískil varð einki sagt veljaranum, hvat teir, sum seinni fóru at ganga saman, fóru at royna at stríðast fyri at fáa ígjøgnum. Hetta er ógvuliga margháttlig støða, sum ikki man vera heilt vanlig í einum framkomnum fólkaræði. Tá ið eg varð spurd, um eg nú skuldi á val í Føroyum á fyrsta sinni, svaraði eg, sum satt var: Nei, tað kann eg ikki, tí eg havi ikki føroyskt pass enn. Men – legði eg afturat – tað er líka frægt, tí eg hevði als ikki vitað, hvat eg skuldi valt! Hesir politikarar, sum nú bjóðaðu seg fram, søgdu mær ikki ítøkiliga, hvat teir ætlaðu sær, komu teir til valdið.
Tey ungu heimaftur?
Undan valinum var tó mikið fagurt at hoyra, um enn óítøkiligt. Eitt tað týdningarmesta var, at vit mugu fáa ung, væl útbúgvin fólk heimaftur. Í ymiskum orðingum tyktust øll kunna semjast um hetta. Og øll tyktust samd um, at fráflytingin er ørkymlandi. Felags fyri allar flokkarnar var kortini, at lítið – um nakað – varð sagt um, hvussu hetta skuldi fáast upp í lag!
Nú hoyra vit einki um hetta longur. Og hví?
Jú, tað skal eg siga so væl. Tað er, tí at sum nú er, hava politikarar einki at bjóða ungum føroyingum at koma aftur til!
Hvussu í allari víðastu verð skulu hesir politikarar hyggja unga fólkinum inn í eyguni og bjóða teimum at koma aftur til eitt samfelag, har ætlanir verða lagdar um at stjala skattapening frá framtíðini fyri at fíggja teimum, ið forvinna mest, stuttskygdan skattalætta beint nú, meðan alt Evropa er í kreppu? Vit eiga at minnast til, at hesi heilt ungu við spildurnýggjari útbúgving og ongum arbeiðsroyndum fara ikki so frægt sum at hoyra uppí bólkin, sum fær skattalættan. So tey fara ikki at koma. Ung føroysk munnu ikki ímynda sær eydnuna í at stríðast fyri lutfalsliga lága løn (borið saman við tað, tey fáa í grannalondunum) samstundis, sum tey skulu nú verða við og arbeiða fyri, at tey ríkastu og nakrir fáir politikarar fáa uppaftur meira.
Tey fæstu teirra heilt ungu munnu hugsa um pensjónstilveruna longu. Hon er hóast alt eini 35 ár inni í framtíðini. Men gera tey tað, so vita tey sær eisini, at tann skattapeningur av teirra pensjónum, sum longu nú skal verða brúktur upp, meðan tey eru ung, hann fer at vanta í seinni. Tá ið tann tíð kemur, verða tað tey, sum taka um endan eina ferð afturat.
Aðrir føroyingar uttanlands
Aftur at teimum ungu er bólkur av føroyingum, sum hevur nomið sær útbúgving uttanlands, kanska uttanfyri ríkisfelagsskapin, og vunnið sær arbeiðsroyndir í øðrum londum. Hetta er bólkur, sum einki hevur tikið út úr samfelagnum, men sum væl kundi verið við og gjørt sítt í heimlandinum, um umstøðurnar laga seg. Fíggjarliga er lættari hjá hesum at koma heimaftur at seta búgv enn hjá teimum ungu, sum koma við tómum hondum, ella helst eisini við skuld eftir lestrartíðina. Men eisini hjá nógvum av hesum fara fleiri spurningar at taka seg upp. T.d. skal ein vága sær heim til eitt samfelag, sum fer øvutan veg sum grannalondini í so grundleggjandi spurningi sum at skipa pensjónsrættindi? Tað mundi verið gott fyri landið, at summi koma heimaftur við útbúgving og royndum sínum? Men at ein ørkymlast um sína egnu framtíð er menniskjansligt, og útlitini fyri at verða skattaður tvær ferðir av pensjón eru lítið at bjóða fólki.
Harafturat munnu eisini fleiri teirra seta sær nakrar ósjálvsøknar spurningar. T.d. hvussu skal ein hava samvitsku til at vera partur av samfelagi, har politikarar við vitan og vilja, og ímóti ávaringum frá búskaparfrøðingum bæði innan- og uttanlands, fara at ríva vælferðarsamfelagið niður? Hvussu skal ein hava samvitsku sjálvur at taka ímóti skattalætta og samstundis vita sær, at her eru familjur og stakir uppihaldarar í pinkulítla samfelagi okkara, sum noyðast biðja um hjálp av privatum hondum fyri at kunna halda jól við børnum sínum?
At enda, antin vit altíð hava livað her, nústani eru flutt, ella hugsa um at koma heim, eru tey flestu so mikið at sær komin, at nakrir heimspekiligir spurningar eisini munnu stinga seg upp. Vil ein liva í einum samfelagi, har fólkaræði er vorðið til tað fámannaveldið, sum vit fingu okkum so týðiliga greinað av dugnaligum búskaparfrøðingum á fólkafundi í Norðurlandahúsinum herfyri? Vil ein liva í einum samfelagi, har landsins politikarar eru skilaleysir og hava ikki dirvi at leggja burðardyggar ætlanir fyri týdningarmestu inntøku landsins, sum er fiskiveiðan, eisini nevnd “fólksins ogn”? Fer ein at liva væl í einum samfelagi, har politikarar renna ørindi fyri tey allarríkastu, og tískil hava gjørt seg til ússaligar dukkur í træðrum?
Vinnulív og politikkur – Samstarv er ikki at eiga hvønn annan
Við hesum vil eg ikki siga, at politiska lívið og vinnulívið ikki skulu samstarvast. Sjálvandi skulu tey tað. Í einum og hvørjum framkomnum samfelagi samstarvast politikarar og vinnulívsfólk um skilagóðar karmar fyri vinnuna. Men hesir karmar skulu byggja samfelagið sum heild, og tískil eisini hava fyrilit við vælferðarsamfelagnum. Tí kann hetta samstarv aldrin verða tað sama, sum at politikarar gerast til ørindadreingir og -gentur fyri nøkur heilt fá vinnulívsfólk, sum soleiðis leggja lunnar undir landsins politikk sum heild.
Fólkaræðið hótt, tá ið álit og virðing skrambla saman
Støðan í Føroyum er tann, at fólk dag og dagliga sparka uppeftir. Hesum visti eg ikki av, men ørkymlað noyðist eg at ásanna, at føroyingar hvønn einasta dag halda fremstu politikarar sínar fyri gjøldur. Hvønn dag hoyrast søgur um, hvussu illa sitandi politikarar bera seg at, bæði í privata lívinum og í politikkinum. Ein hoyrir (og lesur) um svikagerðir og falsan, og at teir samvitskuleyst nýta landsins pening. Javnan hoyrist, at teir fremstu politikarar sita har, teir sita, peningasterkum vinum fyri at takka.
Hetta er ógvuliga hættislig støða fyri fólkaræðið í einum og hvørjum samfelagi. Fyri eitt lítið samfelag er tað mynd av politiskari skipan úti á tromini, tá ið fólkið hevur mist bæði álitið á og virðingina fyri teimum, sum skulu stýra.
Uttan at gerast filosofisk vil eg halda uppá, at her er eisini týdningarmesta grundin til ta misnøgdina, vit síggja í fólkinum.
Tað eru ikki klagurnar og grenji aftanfyri stongdar dyr har heima, sum fara at gera munin
Tó at føroyingar elska hetta veðurbarda landið, familju og trygga lívið á bygd og í bý, so eru fólk misnøgd. Ja, klagurnar um støðuna eru rættiliga harðligar, og væl omanfyri alt, eg havi verið von við. Men tað eru ikki klagurnar um, at alt er so dýrt, sum fara at broyta nakað. Heldur ikki endurtøkurnar um at Føroyar eru heimsins dýrasta land at liva í (sum eisini er lygn). Ikki so frægt sum klagurnar um, hvussu ringt er at fáa endarnar at røkka saman, fara at broyta nakað.
Tíbetur eru fakfeløg og aðrir sterkir bólkar farin at siga hesum skilaleysu til róðurs frá, at nú hevur føroyingurin fingið síðsta dropan í bikarið. Og tað einasta, sum kann broyta skeivu leiðina, hetta samfelagið nú hevur tikið, er at fólk sleppa sær út í illfýsna veðrið at siga politikarum frá, at nú var nóg mikið.
So langt, men ikki longri! Nú má vend koma í!
- Vit vilja hava politikarar, sum ansa eftir samfelagnum, og ikki mest av øllum eftir sær sjálvum. - Vit vilja hava politikk, sum kann fáa búskapin á beint. - Vit vilja hava politiskar ætlanir, sum ikki eru littar av tí sjálvsøkni og stuttskygni, vit higartil hava
sæð. - Vit vilja hava politikk, sum byggir á hugsjónina um samhaldsfesti, og sum veruliga tekur sær av
teimum veikastu og teimum, ið hava minst. - Og vit vilja hava politikk, sum hyggur frameftir, og sum ikki stjelur skattapening frá framtíðini.
At stjala skattapening frá framtíðini fyri stuttskygdan løtuvinning, er ónæriligur óskikkur – heimahoyrandi í fjarskotnum samfeløgum, sum føroyingurin als ikki hoyrir heima í!
Tórshavn 29/12/2011