Johan Dahl
løgtingsmaður
Hvar skulu størvini sum avloysað, sjómannin. flakakvinnuna - og mannin komað frá?
Kunnu hesi reisast innan rímiliga tíð , -ella er tað luftkastellir?
Við núverandi gongd eru útlitini fyri framman alt annað en bjørt í høvuðsvinnu okkara .
Um vit áhaldandi vilja hava eina fiskivinnu á landið, ella vit áhaldandi skulu latað meir enn helmingin av tilfeingið okkara fara óvirkað av landinum er tann stóri gordiski knúturin, sum loysn skal finnast á ongantíð og skjótt og kemur tað at krevja, at vit sum valdir eru av stýra hesum landið hava neyðuga dirvið til at takað ta skilabestu loysnina fyri samfelagið sum heild.
Eitt stendur púra greitt og tað er, at um ikki stig verða tikin til at betra um okkara kappingarevni so vit aftur eru førir fyri at framleiða til kappingarførar prísir og um vit ikki hava bestu og skjótastu marknaðaratgongd fyri okkara fesku vørur, so er bara ein spurningur um tíð til fiskivinnan á landið hevur fingið mønustingin.
Spurningurin er so eisini, um vit t.d. framhaldandi skulu halda fast við at alt skal framleiðast á landið av føroyska landgrunninum, ella skulu vit loyvað partvísari framleiðslu umborð á skipum ?
Spurningurin er m.a. .
Skal øll søla fyrstahonds søla verða yvir uppboðs-sølu í Føroyum og yvir føroyskan kaikant ??
Skal fiskurin einans kunna seljast av loyvishavara?
Skal landingarskylda verða í Føroyum ella skal 25% landingarmøguleiki framvegis verða uttan-lands.?
Skulu skip og virkir gera avtalur sínámillum uttanum uppboðssøluna ?
Ella skal tað stórt sæ verða frítt slag ?
Skulu djúpvatnstrolararnir uppí fiskidagaskipanina?
Hvussu við stinglaksin-um og búrfiskinum skulu hesir eisini landast í Føroyum ella?
Møguleikarnir eru nógvir, men tann loysnin sum ger øll nøgd finnst neyvan og tí verður tað ,sum tað sær út í løtuni ivaleyst neyðugt politiskt at skera ígjøgnum .
Marknaðar mekanismurnar eiga at stýra gongd-ini í so stóran mun sum til ber, men hinvegin ber ikki til hjá okkum fólkavaldu at sita og hyggja at, meðan føroysku framleiðsluvirkini á landið eru við at fara í skeljasorð og arbeiðsloysið veksur dag fyri dag, samstundis sum stórur partur av okkara tilfeingið - verður selt óvirkað uttanlands til okkara kappingarneytar at kappast við okkum við, - tað má verða tað sum kallast, at saga greinina av sum ein sjálvur situr á.
Tað er ikki nøkur áhaldandi haldgóð støða og eiga ávaringarljósini at lýsa hjá øllum involveraðum pørtum og bundið eigur at verða um heilan fingur áðrenn ov seint er.
Hitt alternativið :
Vit kunnu eisini gera so sum búskaparfrøðingar mælað til nevniliga :
?at lata fara tað í ikki kann klára seg, - ella
?at minka um útflutningsframleiðsluna ( citat frá framløgu hjá H. Oskarsson á Christiansborg)
og so síggja hvat hendir komandi mánaðirnir við vinnuni?
Tann stóri spurningum er - er tað yvirhøvur ráðiligt at lurta eftir sokallaðu serfrøðingunum ??
Høvdu vit gjørt tað hesi seinastu 7-8 árini so var ongin fiskivinna í Føroyum ídag.
Fyri mær sær tað út sum teir eru sera góðir at hyggja í bakspegilin, men framskygni og vurder-ingar av framtíðarútlitum og evt. loysningsmodellum hava teir verið alt annað enn dugnaligir til at komað við.
Okkum nýtist ikki bakklókar ? hvat segði eg frágreiðingar sum broytast og tillagast júst sum tað passar til, hvønn veg vindurin blæsur tá tær verða framlagdar.
Okkum tørvar professionellar vísmenn og ráðgevarar sum kunnu siga okkum t.d.:
?Hvat er best fyri okkum frameftir og ikki sum nú, hvat ikki var gott fyri okkum í gjár ella fyri einum mánað síðani
?Hvussu vit best tilrættisleggja okkara vinnur frameftir
?Hvussu vit kunnu fremja búskaparvøkstur
?Hvussu vit kunnu menna okkara samfelag framyvir
?Hvussu skapað vit nýggj arbeiðspláss og innan hvørjar vinnur er besti møguleikin at skapað nýtt í Føroyum havandi okkara fjarleika geografiskt í hugað
?Hvussu okkara politikkur best kemur samfelagnum sum heild tilgóðar.
Rætt og slætt hvussu vit skulu tilrættisleggja okkara samfelag frameftir.
Lat okkum síggja veruleikan í eyguni og royna at virka út frá honum og fáa tað besta burturúr honum, alt hitt "popptosið" førir okkum onga leið .
Vit eru 48.000 sálir á hesum klettum, harav ca. 1.700 skrásettir sjómenn ( harafturímóti tilsamanberingar sigst verða 2.300 pedagogar) ? hesir 1.700 saman við útróðramonnunum eru grundarlagið undir okkara samfelag, saman við flakakvinnuni og manninum, - tað er okkara simpla plikt at skapað teimum bestu karmar at virkað undir.