Hvalbingar hátíðarhalda 80 ára dagin

27. oktober vóru 80 ár liðin síðani, at Hvalbiar kirkja varð vígd. Tað verður hátíðarhildið næsta sunnudag.

27. oktober 1935 er ein merkisdagur í Hvalbiar søgu. Tað er nevniliga dagurin, tá nýggja kirkjan varð vígd.


Sostatt vóru tað 80 ár liðin síðsta týsdag, síðani at hvalbingar tóku nýggju kirkjuna í nýtslu, og tað verður hátíðarhildið komandi sunnudag klokkan 12.30, tá serliga hátíðargudstænasta verður í Hvalba.


Jens Mortan Mortensen, prestur, fer at prædika, og sangframførslur verða við einum barnakóri og manskóri.


Aftaná bjóðar kirkjan til ábit í missiónshúsinum.


Í bókini Nýggjaru Kirkjurnar eftir J.P. Gregoriussen, verður upplýst, at kirkjan stóð liðug 1. februar 1934.


- Um várið 1933 varð farið undir stoypiarbeiði, við havnarmanninum Kristin Holm Joensen, múrara, sum formanni. Hetta stóð liðugt 1. februar 1934. Vestmenningurin Eyolfur á Heygum, timburmeistari, stóð fyri timburarbeiðinum og alt snikkaraarbeiði varð gjørt á verkstaðnum hjá Jens Paula við Sílánna, á Tvøroyri.