politisku flokkarnir upp á tunguna, at framvegis hava eini 8-10 prosent av fólkinum einki arbeiði, og at ungdómsarbeiðsloysið er stórt. Hetta er aftur eitt dømi um, at tað er tvingandi neyðugt við einum virknum [...] sjónvarpinum bendir eisini á, at veljararnir halda, at tann størsta uppgávan hjá komandi landsstýri er at fáa greiði á trupulleikunum millum heimastýrið og stjórnina. Hetta sigur okkum, at bæði veljarar og politiskir [...] tunguna, hóast tað kann staðfestast, at framvegis fer ein stórur partur av okkara tilfeingi óvirkaður av landinum. Hesin útflutningur kemur onkrum til góða, men tað kann ikki vera rætt at útflyta okkara
bankamálinum, nevniliga hana at bíða til eftir valið. EFTIR okkara tykki eigur ikki at verða drálað við marknatrætuni. Men vit halda tó, at tað er best fyri allar partar, um tað verður tað landsstýrið, sum skal [...] nunum, sum kemur at umsita hesi málini, so er í hvussu er greitt, at hesi málsøkini verða kanska tey mest týðandi í nýggja komandi landsstýrinum. Og eftir okkara tykki fer tað ikki at tæna søk Føroya, [...] sagt, at hann prioriterar markið framum eina oljuleiting við Føroyar. Tað kann ljóða skilagott, men eigur tó ikki at setast so ultimativt upp kortini. Tí við tí rætta handalagnum eigur at bera til at fáa
mann sleppa at standa á odda í skipan av einum komandi landsstýri er nakað, sum restin av fólkinum, og tað er hóast alt ein stórur meiriluti, má fáa eyguni upp fyri og forða fyri. NÚ er ikki at yppa øksl [...] hava ekstremistar at stýra Føroyum. TAÐ er øll orsøk til at taka ávaringina frá veljarakanningini í størsta álvara. Miðvísa ætlanin hjá fólkaflokkinum við Óla Breckmann sum oddamanni er at fáa so stóra undirtøku [...] sjálvstýrisflokkin, fara at gera alt fyri at byrgja upp fyri tí óhugnaliga høgrarákinum hjá fólkaflokkinum. At fella ella steðga einum mánni, hvør høvuðsuppgáva er (citat ÓB) -Mín uppgáva er at útrudda allar s
kunngjørt, hvussu veljaraflytingin er millum flokkarnar. Men hugsast kann, at serliga ónøgdir sambandsveljarar leita yvir í Fólkaflokkin. Í øllum førum kunnu tað ikki vera »sjálvstýrisveljarar« ella veljarar [...] hann er jú tilvitandi um, at so leingi, at Sambandið og Tjóðveldið hava sínar fastlæstu støður, so hendir einki stig á sjálvstýrisleið. EINASTA realpolitiska alternativið í tjóðskaparspurninginum er uppskot [...] i seinastu 35 árini. Vit sóu tað í sjálvstýrislandsstýrinum, tá hann sveik uppskotini, sum førdu á sjálvstýrisleið. Síðani hava vit sæð tað í áttatiárunum, og vit sóu tað aftur í nítiárunum, tá Fólkaflokkurin
land - og tað mugu vit ganga út frá, at Frakland er - hevur loyvi til at halda fólk sum fanga á henda hátt. VIT kenna ikki orsøkin til støðutakanina hjá fronsku myndugleikunum og hví tað er so avgerandi [...] avgerandi ikki at loyva føroyska skiparanum av aftur oynni. Men ein grundgeving átti at verið komin fyri langari tíð síðani, tað er er fullkomiliga ómenniskjansligt og ábyrgdarleyst at lata tey avvaraðandi heima [...] uttanríkisráðharrin hevur lagt seg upp í málið, men tað skilst, at tað gongur sera striltið at fáa nakað samskiftið í lag. EFTIR okkara tykki má hetta vera ein uppgáva hjá ikki bert danska uttanríkismálaráðnum
m enn kemur at síggja út í smálutum, so eigur flokkurin at hava sum stevnu - ikki at vera ímóti bara fyri at vera ímóti - men sakliga at vera við í viðgerðini av hesum málum - og royna at gera sína ávirkan [...] gjørdar. Tað má eisini vera rætti andin í stýrisskipanarlógini, at tú vil geva málinum so sakliga og breiða viðgerð, at tú tekur andstøðuna við í arbeiðið longu í fyrireikingini. Við ikki at gera tað, kann [...] kan hátt. Ongin ivi er um, at nýggju og yngri kreftirnar í flokkinum hava innsæð, at tíðin er farin frá at brúka heldur óhepna og ikki sørt boomerangkenda loysingarherrópi,ð til at brúka eina heilt aðra
breiðum almennum tjaki. Men fyri at hetta tjak skal hava nakra meining og virka uppbyggjandi, so er neyðugt, at landsstýrið leggur allar upplýsingar fram. Tað er eisini neyðugt, at sakkøn fólk á øllum økjum í [...] vilja altíð vera partur av spektrinum, men latið tey fylla sum minst. Tað eru tey, sum liggja millum hesar mótpolarnar, ið eiga at leggja til rættis útviklingin.Vit hava sagt tað áður og siga tað aftur. Nettup [...] Nettup út frá umrøddu sjónarmiðum er tað so týdningarmikið at tú byggir komandi avgerðir á eitt breitt grundarlag. Tí var tað ómetaliga óheppið og botnskeivt, at ikki ein av landsins størstu flokkum, j
heldur ikki at leggja seg út í donsk viðurskifti. Men vil ÓB ikki spæla við her, tí hansara fanatiska sosialistahatandi hjartaðvil tað, er bert eitt at gera hjá javnðarumboðnum og tað er at neutralisera [...] , má sigast, at trupulleikin hjá fólkaflokkinum er vorðin so mikið størri. Talan er um ein so álvarsligan trupulleika, at flokkurin kemur heilt at missa sítt trúvirði, ger hann ikki av at taka støðu til [...] rg at atkvøða fyri avtaluni, sum hannsjálvur hevur brúkt nógva orku at rósa sær av og gera til sína. Hvussu oftani hava vit ikki hoyrt sama ÓB taka til orðanna í seinastuni, at av tí at hann nú er í so
samgonguskjal at halda okkum til, men vit hava eisini brúk fyri at vita, hvat tað er fyri kjøt og blóð, ið samgonguflokkarnir ætla skal koma aftrat beinagrindini. Men tað er eins týdningarmikið at vita, hvat [...] Jóannesi Eidesgaard til bróðurflokkin hava verið hoyrd. Tað er tí líkt til, at tað nú aftur fara at verða betri viðurskifti millum flokkarnar, nakað, sum er harðliga tiltrongt, tá hugsað verður um týdningin [...] føroyingum og dønum, nógv umrødda avtalan frá 10. juni. Samanumtikið tykist at vera semja um, at avtalan er góð fyri Føroyar. Spurningurin er nú, hvussu vit koma víðari tvs. hvønn politikk Føroyar skulu reka, nú
Nettup við at halda fundir her ber til at bøta um henda skeivleika, og tað er at vóna, at hesir dagarnir kunnu vera við til at skapa betri forstáilsi í hinum Norðurlondunum fyri Føroyum. Hetta er ikki minst [...] Føroyum. Talan er um tær ymsu nevndirnar í ráðnum, sum hava fundir komandi dagarnar. Hetta er helst størsta politiska tiltak í norðurlandahøpi, sum hevur verið í Føroyum. Tað er at fegnast um, at slíkir fundir [...] ES, og at hini Norðurlondini, sum eru limir í ES, nettup hava brúk fyri at vera í Føroyum og saman við føroyingum fyri harvið at verða mint á felags norrønu røturnar. Ein kann loyva sær at siga, at Føroyar