seinastu løtu gav eg avboð. Eg hevði ongantíð flogið fyrr, og dirvið var kortini ikki til at royna tað hesaferð. Uttan John varð soleiðis ferðast til jugoslaviska høvuðsstaðin, har ensku meistararnir við einum [...] yngsti landsliðsspælarin hjá Onglandi. Sorgin nívir enn Tað er sjónligt, at hóast John helst hevur sagt hesa søguna ofta, so er tað framvegis við kenslum, at hon verður søgd. Nakað sum hann eisini játtar, tá [...] men ein av heilt føstu uppgávunum var at koyra Brian Kidd til venjing. Hann hevði hvørki koyrikort ella bil, so onkur mátti taka sær av tí. Tað var ikki sum í dag, har spælarar kunnu keypa stórt sæð tað
grein í Dimmu nú ein dagin, sum hann kallaði "Granska ella herma - tað er spurningurin". Í greinini skrivar hann m.a.: "Kom og herm. Hugsa tær hesa støðuna: Heimsins mest framkomnu lond við miljardavís [...] pionerframleiðslu, sum so endar í spildurnýggjari framleiðslutøkni, nýskaptum vørum og nógv øktari ferð í tænastuflutningi. Hetta gera tey hvørt ár og úrslitið er upp í fleiri bókasøvn av uppskriftum, [...] hyenurnar fara í sjálvsving og samýla somu innantómu frasurnar upp í saman, skrivar hann eina grein ella tvær, so dýpd aftur kemur inn í tað, ið ýlt verður um. Tað ger hann eisini í omanfyrinevndu grein
ígjøgnum, var góðskan í innleggunum alt ov vánalig. Mest sum hvørja tí einastu ferð kundi fremsti kypriotiski verjuspælarin stúta ella sparka burtur, og so er trupult at koma til veruligar møguleikar. Eisini [...] kundi tað mesta eisini vera líkamikið. Føroyska liðið hevði enn einaferð tapt ein fótbóltsdyst, men hesaferð var talan um tap av tí heilt óneyðuga slagnum. Hatta var ein dystur, sum vit als ikki skuldu tapt
(38/2) Var í drúgva tíð maðurin, sum ferð eftir ferð serveraði saftug innlegg til føroyska álopið, men hetta hevur ikki gingið eftir vild seinastu tvey árini. Hesaferð vóru møguleikarnir til innlegg annars [...] hevur sýnt á landsliðnum. Avspælið hevur sjáldan verið sterkasta síðan, og tað var tað heldur ikki hesaferð. Hartil riggaði verjuparturin av spælinum als ikki, sum hann plagar at gera. Seldi seg fleiri ferðir [...] um framrættaðu evni hansara vórðu nýtt meira, men tað hendi so ikki, og tí fingu vit tíverri ikki hesa síðu av spæli hansara at síggja. 6. Rógvi Jacobsen, KR (31/5) Tíverri var talan um ein dyst, har Rógvi
sigur, at einki mark er fyri, hvussu nógv ella lítið sjúklingar við etingarólag skulu viga, fyri at verða innlagdir, men tá BMI -talið er umleið 17 er vandi á ferð. Kemur hetta talið niður um 15, byrjar [...] gott samband við tann sjúka og familju hansara. Umframt at sjúklingur gongur til viðgerð eina ferð um vikuna ella so, er eisini familjuterapi. Tað hevur alstóran týdning at familjan verður tikin við, av tí [...] hugsar og ger. - Tað ræður um at finna hurðina inn til sjúklingin. Etingarólag er eitt sjúkutekin ella mistrivnaður, sum vísir seg við, at sjúklingurin ikki vil eta. Tað er sum við børnum. Eingi børn eru
mítt pass, og við sínum kúlupenni skrivaði ein ella onnur tilvildarlig kona orðini "+ Faroe Islands" afturat mínum afrikanska nationaliteti. Tað var á ein ella annan hátt so komiskt, at tvey orð við einum [...] Tvørturímóti eri eg fyri fyrstu ferð nakrantíð vorðin stolt av at vera afrikanari. Undirlutakenslan, sum ein borgari úr triðja heiminum hevur, hvarv fyri fyrstu ferð, tá eg upplivdi eina heita og hjartaliga [...] ikki hoyrist á framúrskarandi føroyska máli hennara, hevur 22 ára gamla Ester Ilda Veiga Monteiro, ella Ilda Lómstein, sum hon í dag nevnist, bert búð í Føroyum í tvey ár. Eksotiski oyggjabólkurin Kap Verde
Øssur Johannesen Ein tann størsti og kendasti og mest originali ella sermerkti listamaðurin í danskari list er so avgjørt Henry Heerup. Hann var føddur í 1907 í Keypmannahavn. Vaks upp á Nørrebro tætt [...] og óskyldugt eins og øll onnur børn eru tað. Øll børn verða fødd óskyldig og sálarliga rein inn í hesa verðina, meðan verðins óndskapur og sálarliga dálking seinni ger innrás í lívinum. Aftan fyri mammuna [...] hjá Heerup sjálvum! Og lívmóðurin sum ein lívgevandi skapandi sól, ið føðir okkum øll gávumild inn í hesa verðina og stjørnurnar, ið tekna okkara lívslagnu saman við gerningum okkara á lívsins leið, ið mynda
andaligt sum handaligt, og man eingin stórhending ella -broyting vera farin fram nakrastaðni, uttan so at onkur mentanarrørsla hevur verið upprunin ella íblásturin. Heima sum úti Soleiðis er mentanin sera [...] á mentunarøkinum higartil. Nevniliga at lata alla tilgongd til mentunarligt virksemi standa í stað ella vera fyri bakkasti. Samgongan tykist eisini samd um at tiga mentanina í hel, og kunnu vit siga, at [...] staðfesta ein rættiliga munandi og víðfevndan vøkstur síðan seinnu helvt av nítiárunum. Keldan til hesa blóman innan flestu listargreinir so sum myndlist, tónleik, byggilist, sjónleik er sjálvandi fyrst
fundinum eru stjórar, formenn og varaformenn fyri norðurlendsku útgevarafeløgini luttakarar, og hesa ferð eru tað serliga norðurlendskir miðlar í ES-høpi, sum eru á skránni. Vit royna at samskipa okkara [...] nógv ár, og sum tí hava verið nógva staðni saman, og tí hildu vit tað vera áhugavert, um fundurin hesaferð kundi leggjast í Føroyum. Fyrrapartin fríggjadagin var ferðalagið so á rundferð í Havn, har tey
honum og sjálvstýrismálinum munandi betur. Men Tjóðveldisflokkurin hevur roynt henda leistin við "alt ella einki" - í politikki áður. Frá 1948 og fram til 1974 sat flokkurin júst á sama hátt, sum Høgni nú [...] broyta, og í staðin fyri at standa og trútta um, at vit bert eru nøgd við at fáa alt, so hava vit sett ferð á at fáa nógv úrslit harímillum, sum alt í alt flytur okkum munandi stig á sjálvstýrisleið. Og longu [...] bestående), sum annars fær ein so lemjandi dóm bæði í reyðu- og svørtubók. Og hetta var eisini fyrstu ferð, at Løgtingið tók støðu til Nato, men altso uttan Tjóðveldisfloksins medvirkan. Fámjinsskjalið, sum