Jóannes Eidesgaard
løgmaður
Mong framstig á leiðini frægari enn eitt miseydnað risastig.
Rættiliga nógv í lívsins viðurskiftum gongur í stigum - tekur seg líðandi upp. T. d. búnast vit so líðandi, men so ein dag, so eru vit fullbúgvin. Summarið kemur ikki, fyrr enn vit hava strítt okkum gjøgnum strævnan vetur og svikaligt vár. Tú leggur ikki seinasta steinin á varðan, áðrenn tú hevur lagað hann upp. Soleiðis er eisini við okkara politisku skipan. Er talan ikki um eina beinleiðis kollvelting, so henda eisini politisku broytingarnar gjarna í stigum - summi stór og onnur smærri. Trøini vaksa tó rætta vegin, hóast tey ikki náa heilt inn í Himmalin.
Í samfull seks ár royndi undanfarna samgonga við m. a. Høgna Hoydal sum stavnamanni at gera upp við Danmark. Nú skuldi loysast - stigið skuldi takast fult út - einki minni enn tað. Hvussu tað gekst, ja tað vita vit øll. Tí man tað falla mongum fyri bróstið, at sami Høgni Hoydal nú tykist firtin um, at sitandi samgonga ikki skal hava sama mál um eina miseydnaða loysing.
Ikki tí, vit í samgonguni eru ikki nøgd við verandi skipan, og settu vit okkum fyri at broyta hana. Men samstundis so viðurkenna vit eisini, at í dag er ikki politiskur meiriluti fyri at taka stigið fult út, men at stórur meiriluti er fyri broytingum. Og skilagóðar broytingar skorta tað ikki uppá. Alt broytingar, sum flyta samfelagið fram - eisini á sjálvstýrisleið.
Nýggi hamurin
hjá Høgna Hoydal
Høgni Hoydal hevur nú funnið sín nýggja politiska ham sum andstøðuleiðari. Øll stig, sum bera rætta vegin, fer hann ímóti við lív og sál. Øll stig - allar loysnir, sum ikki innihalda ta loysingina, sum hann ikki megnaði, tá hann hevði valdið, verða sópaðar av borðinum við háð og spott. Men tað er so hansara val, bert spell at hann ikki kundi luttaka konstruktivt og verið virkin positiva vegin. Tað hevði eisini bæði klætt honum og sjálvstýrismálinum munandi betur.
Men Tjóðveldisflokkurin hevur roynt henda leistin við "alt ella einki" - í politikki áður. Frá 1948 og fram til 1974 sat flokkurin júst á sama hátt, sum Høgni nú vil. Einki hendi, men orðini og proklamasjónirnar trutu ikki. Bløðini á tremur, fundir og rakstrarróp. Tá ið so flokkurin fekk møguleikan í sjálvstýrislandsstýrinum í 60unum, so hendi stórt sæð heldur einki. Høgni má eisini viðganga, at hansara persónligu úrslit í fullveldislandstýrunum frá 1998 til 2004 vóru ikki nógv at skriva heim um.
Men so kom eitt skeið frá 1974 til 1980, har Tjóðveldisflokkurin brúkti vit og skil, og rættiliga nógv kom á skaftið. Gaman í langt frá alt, men munandi framstig á sjálvstýrisleið.
Men sum áður sagt, hatta er so leikluturin, Høgni Hoydal nú hevur valt og alt uttan nakað trýst frá okkum, tvørturímóti.
Í staðin fyri at vera standandi í stað og einki vilja broyta, og í staðin fyri at standa og trútta um, at vit bert eru nøgd við at fáa alt, so hava vit sett ferð á at fáa nógv úrslit harímillum, sum alt í alt flytur okkum munandi stig á sjálvstýrisleið. Og longu nú hava vit gjørt meira við hesi viðurskifti, enn mong ártíggju áður gjørdu.
Lat okkum taka nøkur dømi um, hvussu leikur er farin seinastu tíðina:
Verju og trygdarmál
Tá vit fingu útvegað okkum ávirkan og innlit við samtyktini um verju-og trygdarmál í fjørvár, tá valdi Høgni at seta føtur í spenni, tí hann fekk ikki alt, og so vildi hann einki hava. Høvdið fór djúpt niður í sandin. Hann var bangin fyri, at tóku vit hetta stigið, so viðurkendu vit, at verju og trygdarmál eru felagsmál, hóast hvørt mansbarn veit, at hetta málsøkið er skipað sum felagsmál í Heimastýrislógni frá 1948. Tískil stóð Høgni einsamallur og helt fast um verandi skipan (det bestående), sum annars fær ein so lemjandi dóm bæði í reyðu- og svørtubók. Og hetta var eisini fyrstu ferð, at Løgtingið tók støðu til Nato, men altso uttan Tjóðveldisfloksins medvirkan.
Fámjinsskjalið, sum í praksis útgreinar áðurnevndu samtykt, gevur okkum m. a. møguleika til at luttaka í øllum samráðingum á uttanríkisøkinum, sum hava við Føroyar at gera. Men aftur her sveik Høgni og segði, at løgmaður hevði sýnt undirbrotligheit. Hann valdi heldur eina støðu, har hann var nøgdur við verandi skipan, har danir hava kunnað skaltað og valtað, sum teimum lystir á hesum málsøki.
Yvirtøkulógin
Yvirtøkulógin er størsta frambrot á sjálvstýrisleið síðan Heiastýrislógina. Tí haldi eg, at tað var rætt av Anfinni Kallsberg og Høgna Hoydal í undanfarna landsstýri at leggja lunnar undir hesa lóg - tað takki eg teimum fyri. Yvirtøkulógin gevur Løgtinginum einsamøllum heimildir at yvirtaka. Men hvat gjørdi Høgni, nú hann sat í andstøðu. Hann setti aftur føtur spenni ímóti og segði nei. Heimastýrislógin var nøktandi fyri hann. Hetta segði maðurin, sum í fleiri ár bardist fyri at yvirtaka fjølmiðlaábyrgdarlógina, uttan at tað eydnaðist við somu Heimastýrislóg sum grundarlag.
Uttanríkislógin og Íslandssáttmálin
Tá vit fingu uttanríkislógina, sum gevur okkum heimildir til sjálvi at fara út í heim og samráðast og gera sáttmálar í øllum yvirtiknum málum, ja so var svarið enn einaferð nei, ja enntá so harðliga, at hann legði misálit á meg fyri næstan "landaskaðiligt virksemi." Og hann sigur enntá millum reglurnar í bløðunum seinasta leygardag, at Heimastýrislógin í hesum sambandi er munandi betur og ivaleysa góð.
Tað, sum Høgni Hoydal annars førir fram í bløðunum leygardagin er fult av beinleiðis skeivleikum og tilætlaðum misskiljingum. M. a. at uttanríkislógin er eitt afturstig. Lat meg sláa fast, at vit framvegis sjálvandi kunnu gera sáttmálar sum tann við Ísland við grundarlag í Heimastýrislógini, men tá er tað við einari fulltrú úr danska uttanríkisráðnum. Og sama fulltrú er neyðug, tá vit gera sáttmálar á yvirtiknum økjum eitt nú innan fiskivinnu og handil. Undirskrivari er eisini uttanríkisráðharrin ella ein av hansara embætismonnum.
Við uttanríkislógini hava vit fingið ein nýggja plattform. Nú kunnu vit taka sakina í egnar hendur á øllum yvirtiknum økjum. Vit samráðast, vit gera sáttmálar, og vit undirskriva sjálvi. At so uttanríkislógin víðkar føroyskar ræsir við fleiri yvirtiknum málum átti ikki at givið formanninum í Tjóðveldisflokkinum vøkunætur.
Sjálvsavgerðar-rætturin
Fyri fyrstu ferð í søguni fingu vit donsku stjórnina at viðurkenna, at Føroyar hava sjálvavgerðarrætt innan altjóðarætt. Hetta var tað, sum fullveldissamráðingarnar annars slitnaðu uppá. Erliga sagt, so roknaði eg við, at her fór Høgni at takka okkum fyri vælaavrik, men so eiðasørt. Nú var tað heldur ikki gott nokk, tí nú vóru tað bert danir, sum søgdu, at vit høvdu sjálvsavgerðarrættin og ikki ST.
Annars verður henda fráboðan fráboðað ST, men ivaleyst finnur Høgni tá onkra nýggja undanførslu.
Norðurlandaráðið/EFTA
Vit hava nú møguleikan at fáa okkum munandi sterkari umboðan í Norðurlandaráðnum við m. a. sjálvstøðugari føroyskari sendinevnd, møguleikum at fáa formansskapir, og at vit gjalda fyri okkum sjálvi. Men rætt gitt, hetta verður eisini av sama Høgna Hoydal lastað undir sand og øsku.
Tá vit siga, at nú er møguleiki fyri, at vit sjálvi taka málið um føroyskan limaskap í EFTA í egnar hendur við uttanríkislógini, so sigur Høgni Hoydal, at tað hava vit altíð kunna gjørt undir veingjabreiðinum og við fulltrú frá uttanríkisráðnum og við Heimastýrislógini sum grundarlagi, og tað er nóg gott.
Ilt eyga vil
einki gott sjá
Illir andar á Leynum skírir Høgni Hoydal seinasta ríkisfundin. Eg haldi ikki, at eg fari at viðmerkja nakað til slíka útsøgn annað enn, at Høgni nú hevur gjørt upp við seg sjálvan, at hann einki positivt vil síggja, so leingi vit sita við ábyrgd fyri samfelagnum. Eg veit væl, at tað er strævið at sita í andstøðu, og eg veit eisini, at tað er lætt at gerast negativur og ivaleyst eisini súrur, men álvaratos tað skal valdast, hvussu langt man kann fara.
At stíla eftir ongum gevur ongantíð nakað. Men bert at vera nøgdur við at fáa alt og einki minni enn tað, gevur so í løtuni heldur einki. Ikki tí, tað skal ikki misskiljast. Tað er gott at stíla eftir nógvum og øllum, men at stinga høvdið í sandin, tá man ikki fær alt, men kann fáa framstig, er ábyrgdarleyst. Men uppaftur verri er tað, tá man so í reinari frustrasjón ger seg til talsmann fyri at varðveita støðuna, sum er, tí man ræðist batar.
"Hvokkin er hann Grímur á skóg," tað má sannast.