Orðaskiftið um mentan steindeytt

Finnur Helmsdal

Løgmaður segði ikki nógv um mentan og mentanarpolitikk í røðu síni á ólavsøku. Røðan hansara var í tráð við tað, sum samgongan hevur framt á mentunarøkinum higartil. Nevniliga at lata alla tilgongd til mentunarligt virksemi standa í stað ella vera fyri bakkasti. Samgongan tykist eisini samd um at tiga mentanina í hel, og kunnu vit siga, at orðaskiftið um mentan, bæði innan- sum uttan tinggátt er við at tagna burtur.
Skal ikki á nakran hátt royna at geva Tjóðveldisflokkinum eina rætt upp á metanina, men hevur mentanin altíð verið ein gróðursettur bulur í politikki floksins. Hetta fyrst og fremst tí mentanin er avgerandi partur av samleika okkara. Av samleika tí einstaka og hjá tjóðini. Mentanin er tí ein motivatiónsfaktorur í mest sum øllum lívsins lutum, ikki minst tá tað snýr seg um tær støðugu broytingar, sum tíðin hevur við sær.
Mentanin sigur okkum frá søguni, mentanin er dagurin í dag og mentanin er eisini tíðin fyri framman.
Mentanin er tí eisini at meta sum grundvøllurin undir samfelagnum, undir øllum virkseminum - andaligt sum handaligt, og man eingin stórhending ella -broyting vera farin fram nakrastaðni, uttan so at onkur mentanarrørsla hevur verið upprunin ella íblásturin.
Heima sum úti
Soleiðis er mentanin sera týdningarmikil faktorur, tá tað um uppbygging og menning av samfelagnum ræður, men hon hevur minst líka stóran týdning, tá tað snýr seg um at standa seg í altjóða høpi. Tí hevur Tjóðveldisflokkurin frá byrjan havt tað mentanarpolitiska reglu, at minni tjóðin er, størri gerst tørvurin á at stuðla og menna mentanina. Hetta fyri at geva mentanini betri umstøður heima á landi, soleiðis at vit betri kunnu gera vart við okkum í altjóða høpi.
Mentanarligur vøkstur
Tað man vera millum størstu brøgd, nakað fólk hevur útint, tað at føroyska mentanin framvegis er so livandi og blómandi sum hon er ídag. Hugsa vit um umstøður og livilíkindi, so átti føroyska mentanin, málið, siðsøgan o.a. langt síðan at verið steindeytt. Gjøgnum tíðirnar hevur verið ymist við mentanarvøkstri og -tilgongd. Men kunnu vit staðfesta ein rættiliga munandi og víðfevndan vøkstur síðan seinnu helvt av nítiárunum. Keldan til hesa blóman innan flestu listargreinir so sum myndlist, tónleik, byggilist, sjónleik er sjálvandi fyrst og fremst alheimsgerðin. Tað at okkara mentunarfólk fáa støðugan og ótálmaðan íblástur uttanífrá. Men tað hjálpti eisini væl, at politiska medvitið, um at stuðla okkara mentunarfólkum, mentist munandi. Seinastu árini er talið á teimum, sum við hugtakandi dugnaskapi og hugflogi umboða okkum á altjóða pallinum, støðugt vaksandi. Her verður hugsað um einstaklingar og bólkar. Mentanin er við at gerast ein týdningarmikil liður í stremban okkara at fáa lut í og ágóða av altjóðagerðini. Tað er ikki bara landspolitikarar, sum hava havt ans fyri at stuðla undir mentunarliga virksemið, kommunurnar hava so avgjørt kent sína ábyrgd ó so máta. Og kunnu vit siga, at Tórshavnar kommuna í mong, mong ár hevur verið ein fyrimynd, tá tað um mentanarpolitikk ræður.
Tað er tí hugstoytt at fylgja gongdini á økinum, nú verandi samgonga hevur tikið yvir leiklutin at mynda og reka mentanarpolitikk okkara. Vit síggja at tilgongdin, sum undan farna samgonga setti í verk við øktum stuðli til t.d. Mentunargrunnin og orðabókagerð er støðga upp. Nakrar játtanir standa í stað og aðrar er skerdar. Atgerð samgongunar mótvegis navnalóggávuni eru at meta sum skemdargerð. Tíbetur er sett út í kortið hvat málpolitikki viðvíkur, men er hetta eftir uppskoti frá Tjóðveldisflokkinum. Tingið hevur somuleiðis samtykt upp skot til samtyktar frá okkum um spælistøð til tónleikarar.
Tað ringasta, sum hendan samgongan hevur gjørt mót vegis mentan og mentanarpolitikki okkara er, at hon hevur syrgt fyri, at orðaskiftið um hesi viðurskifti, innan- sum uttan fyri tinggáttina, er mest sum tagnað burtur. Er tað nakað, sum mentanin hevur støðugan tørv á, so er tað einum breiðum og viðkomandi orðaskifti millum allar bólkar í samfelagnum, millum teg og meg og øll onnur.
Er granskingarparkin loysnin
Eitt av gandaorðunum ella lyklaorðunum, sum politikarar, vinnulívsfólk og onnur hava á munni mest sum dagliga, er gransking. Nógv siga tað beinleiðis, at bert miðvís og viðkomandi gransking kann bjarga okkum. Higar til hevur gransking í Føroyum verið óskipað og rættiliga spjadd. Men hevur samgongan sett út í kortið, og stórar ætlanir granskingini viðvíkjandi eru fyri framman. Ein stór, nútímans og prýðilig granskingarpark skal byggjast. Kostnaður av hesi parkini skal liggja áleið 70 milliónir, og skal hon fyri fyrst vera karmur om gransking innan KT og biotøkni. Og so skal granskingarparkin vera karmur um nyttugransking.
Tjóðveldisflokkurin tekur sjálvandi fult undir við, at gransking verður sett ovalaga á breddan, at vit skulu syrgja fyri, at granskingin og granskararnir fáa optimalar umstøður, og at granskingin skal verða týdningarmikil liður í allari menning og øllum nýbrotum innan vinnuna og samfelagsgongdini annars.
Hvør er ferðaætlanin
Tjóðveldisflokkurin er tó eitt sindur ivasamur, um tað nú er rætt at byrja við at byggja eitt eina framkomna og dýra granskingarpark, sum vit bara við vissu kunnu siga um, at hon verður eitt monument yvir avvarðandi landsstýrismann. Aðra staðni er man langt síðan farin at seta spurnartekin við, um tað er yvirhøvur er neyðugt við slíkum savningarstøðum. Hetta tí samskiftismøguleikarnir eru óavmarkaðir, og tað ber væl til at fjala ella tað øvugta, um tað er tað, hugsað verður um.
Tjóðveldisflokkurin heldur tað hava størri týdning, fyrst at greina út, hvørji mál vit seta okkum granskingini viðvíkjandi. At vit áseta støðið, sum granskast skal á. At vit tryggja føroyingum karmar og møguleikar til tess at gerast granskarar. Og vit kunnu byrja við at spyrja, um útbúgvingarskipan okkara er nøktandi? Um Fróðskaparsetrið er fyrireikað til slíkt boom í granskingini? Hvat umstøðum og fólki viðvíkur. Er heilsuverk okkara til reiðar og ført fyri at geva sítt íkast til slíkar granskingarætlanir? Og at enda, um vinnan er til reiðar og samstarvshugað?
Í mun til ætlaninar um granskingarparkina kunnu vit eisini spyrja, um vit hava skikkað fólk at fara undir sovorði slag av gransking her og nú?
Vágafúsur peningur
Um vit enn eina ferð royna at meta saman við, hvussu tey gera og hugsa aðrastaðni, so er hugtakið "nyttugransking" ikki til longur, tá talan er um vinnuliga gransking. Tá er gransking gransking, og tann peningur, sum nýttur verður, vágafúsur peningur. Eingin trygd er fyri, at nakað sum helst fæst fyri tann pening, sum ein játtar at stuðla gransking við. Orsøkin til, at peningur allíkavæl verður nýttur til endamálið er, at gransking er ein treyt fyri nýbrotum og tí, at tá avkastið eina ferð kemur, so er tað vanliga nógv, nógv størri enn samlaða íløgan. Finnar satsa nógv í samband við gransking, og verður mett, at ein triðingur av játtanini ber ávøkst. Danir satsa í minni mun, og ber ein helvt av teirra játtanum ávøkts. Tó hava finnar higar til vunnið munandi meira orsakað av gransking enn danir hava. Eitt stendur tó rimmarfat, og tað er, at peningur játtaður til gransking er vágafúsur peningur. Ein vágin men uttan iva neyðug íløga.