Nakað lort

Áki Olsen mátti bara ásanna, at tað var StÍF, sum var betra liðið í avgerandi dystinum

Hondbóltur

- Eg veit ikki, hvat tað var, sum var galið, men har gekk bara ikki hjá okkum.
Somikið kontantur var Áki Olsen, tá vit eftir taptu gullmerkini spurdu hann, hvat tað var, sum ikki riggaði hendan dagin.
- Vit byrja dystin við at koma aftur um við einum seks málum, og tað ger sjálvandi, at vit alla tíðina mugu renna aftaná. Fyri steðgin megna vit tó at toga okkum væl innaftur, og satt at siga hava vit takið á teimum ta løtuni, men so steðgaði bara upp. Tað hevur í øllum dystunum móti StÍF verið so, at vit hava mist alt á gólvið fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, og tað hendi so aftur í dag.
- Tað er so nakað, sum vit bara kunnu iðra okkum um nú, men tað broytir so einki. Og skal rætt vera rætt, so spæla vit heldur ikki nakran góðan dyst í dag. Serlig álopssparturin koyrir illa, tí hóast teir skjóta 28 mál, so hava vit í flestum av dystum okkara verið um tey 30, men tað skuldi bara ikki vera í dag, segði ein vónbrotin Áki Olsen, tá hann stóð við bronsumerkinum. Eitt heiðursmerki, sum hann legði líka í.