Tað er ikki á hvørjum degi, at allir topparnir innan norðurlendska miðlaheimin eru at finna í Føroyum, men soleiðis er støðan hetta vikuskiftið.
Árligi aðalfundurin millum útgevarafeløgini í Norðalondum verður nevnliga hildin í Havn í ár.
Royna nakað øðrvísi
Ebbe Dahl, sum er stjóri í danska blaðútgevarafelagnum, sigur, at tey hava valt Føroyar, tí hetta brýtur eitt sindur frá tí, sum tey eru von við.
Vanliga hava vit gjørt soleiðis, at fundirnir verða hildnir uttan fyri høvuðsstaðirnar í ymsu londunum. Soleiðis er kanska ikki í ár, nú fundurin verður hildin í Havn, men tað hildu vit kortini vera í lagi. Talan er í nógvar mátar um fólk, sum hava havt felags áhugamál í nógv ár, og sum tí hava verið nógva staðni saman, og tí hildu vit tað vera áhugavert, um fundurin hesaferð kundi leggjast í Føroyum.
Fyrrapartin fríggjadagin var ferðalagið so á rundferð í Havn, har tey millum annað stukku inn á gólvið í Miðlahúsinum í Vágsbotni. Seinnaparturin skuldi so fyri tað mesta nýtast til fundir, men út á kvøldið vóru útferðir so aftur á skránni.
Mugu samstarva mótvegis ES
Á fundinum eru stjórar, formenn og varaformenn fyri norðurlendsku útgevarafeløgini luttakarar, og hesa ferð eru tað serliga norðurlendskir miðlar í ES-høpi, sum eru á skránni.
Vit royna at samskipa okkara arbeiði í mun til tað, sum gongur fyri seg í ES. Sum ein lítil partur av ES halda vit tað vera meira praktiskt, um vit soleiðis kunnu draga eina og somu línu í ymsum spurningum. Og hetta er eisini ein spurningur, sum er vorðin alt meira týdningarmikil, so hvørt sum ES er vorðið alt meira týðandi, sigur Ebbe Dahl.
Ikki minst heldur hann, at er umráðandi, at miðlunum ikki verður álagt bindingar viðvíkjandi eigaraskarða og virkisøkjum.
Hetta er ein spurningur, sum er nógv umrøddur í løtuni, og her halda vit, at politikkararnir ikki skulu blanda seg ov nógv. Talan er um fyritøkur, sum verða riknar á handilsligum grundarlagi, og tá loysir tað seg ofta best, um politikkur ikki verður blandaður uppí. Og ikki minst er tað týdningarmikið, at vit ikki fáa avmarkaðir, nú tvørmedialar fyritøkur gerast alt meira vanligar, heldur hann.
Norðurlendsku blaðútgevarar-nir verða í Føroyum til sunnudagin.










