Eitt portur verður sett í, har vaktarhald fer at vera tá trafikkurin er mestur, t.v.s. gerandisdagar, tá fólk er til arbeiðis úti á økinum og tá skip leggja at ella fara. ?Ørindaleys sleppa ikki út á [...] hjá Tórshavnar Havn. ? Hetta eru altjóða reglur, ið koma frá IMO, ið merkir International Maritime Organisation. Tað er ein felagsskapur, ið setur øll krøv hvat viðvíkur sjógvi, sigling og skipum. Um vit [...] molan undir strongum eftirliti. Tey, ið ikki hava bil, verða nú noydd at koma á Farstøðina, og so koyra út á molan við einum bussi, ið verður settur inn til endamálið. Og tá Smyril leggur at, verður tað sjálvandi
ógvuslig. Bæði blokkurin og fiskimannaskatturin hava beinleiðis ávirkan á inntøkubýtið í samfelagum, og tá skal, sum rímuligt er, lítið til, at fólk, ella kanska heldur menn, gerast heitir. Eg kenni sjálvur [...] fyribrigdið m.a. sum fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum. Tað er eitt fyribrigdi, sum ein og hvør, ið vil úttala seg, má rokna við. Men vit mugu kunnu krevja, at teir politikarar, sum hava fingið litið [...] num. Vit hava brúk fyri fólkum sum teir báðar, tí tað er umráðandi, at vit hava eitt livandi og sakligt samfelagskjak uttan mun til, um vit eru samd við teir ella ikki. Og í sambandi við blokkstuðulin
Lat okkum koma víðari. Og ikki steðga her við kegli og ósemjum, ið onga leiða føra. Vit ivast ikki í, at her í Føroyum eru nógv, ið kundu hugsað sær at sagt sína hugsan um, hvørja ávirkan blokkurin hevur [...] teirra skylda. Í nýggja debatforum okkara, Tinghelluni, bjóða vit til eitt slíkt orðaskifti. Tá nú hetta tiltak, ið Norðuratlantsbólkurin skipaði fyri og tað mesta av eftirspælinum er farið framvið borðinum [...] gott at fingið eitt breitt orðaskifti, ið kanska kundi ført okkum eitt sindur framá. Konsensus fer man sjálvandi ongantíð at fáa, so leingi talan er um búskaparfrøði, ið so langt frá er ein eksakt vísund.
ikki hetta er í tráð við hugsan ráðsins. Men ráðið hevur - bæði tá tað kemur til blokkin, og tá tað kemur til fiskivinnuna - lagt nøkur saklig sjónarmið fram um, hvørja ávirkan ávikavist blokkurin og fiskivinnan [...] Búskaparráðið fer framhaldandi í skrivligu frágreiðingum sínum at úttala seg fakliga um viðurskifti, ið viðvíkja føroyska búskapinum, og vóna vit at innihaldið í frágreiðingum ráðsins í framtíðini í størri
hesa ferð var røðin øðrvísi, enn hon var ta ferðina. Tá vann Sílið hjá Havnar Róðrarfelag, og Blikur á Argjum varð nummar trý. Hesa ferð vann Blikur, og Sílið var nummar trý. Tað ber við sær, at hesir báðir [...] bátunum at kappast við, var aftanfyri okkum. Men vit vóru ikki greiðar yvir, hvat nummar vit vóru. Tá ið vit vóru komnar á mál, hildu vit okkum vera nummar trý. So rópti onkur, at Firvaldur hevði vunnið [...] 5-mannaførini við gentum til fasta startin, men tað eydnaðist ikki. So varð roynt við leysum starti. Blikur kom væl frá tí, og tær vóru fyrstar á mál. Munurin frá nummar eitt og til nummar tvey var eitt hálvt
Spógvan tætt hjá okkum. Á Norðoyastevnu var lá hann ikki so langt frá okkum. Tá segði stýrimaðurin hjá okkum beinanvegin, tá ið vit vóru komnir á mál, at Spógvin var frammanfyri okkum. Ta ferðina taptu vit [...] vit mistu ongantíð nakað serligt í mun til teir, sum vit roknaðu við, at vit skuldu kappast við. Tá ið vit fóru niður á lunnin, kendu vit beinanvegin, at vit vóru væl við. Vit hildu okkum til tað, sum [...] vit, tí endaspurturin var ikki nóg góður hjá okkum. Hesa ferð vitsu vit, tá ið vit komu á mál, at vit høvdu vunnið á Spógvanum, og vit hildu okkum eisini at hava vunnið á Havfrúnni. Vit hildu okkum hava
floyturnar, og manningarnar koyrdu aftaná. Fólkið savnaðist í neystinum, har tað, sum tað altíð verður, tá ið tað hevur verið kappróður, varð bjóðað suppa. Umleið hundrað fólk vóru møtt at taka ímóti og fagna [...] vinna tríggjar róðrar. Áhugin fyri felagnum er yvirhøvur stórur. Men tað er einki at liggja omaná, at tá ið tað gongst, sum tað gjørdi hesa ferð, so sást tað serliga væl, hvussu stórur áhugin er, sigur Sigurd [...] kortini, at tað fer at eydnast betri, enn tað hevur gjørt higartil, sigur felagsformaðurin á Argjum. Tá ið hann roknar manningarnar upp, sum umboða felagið í summar, sigur hann fyrst, at tað eru seks manningar
Men tá ið eg blaði inn á sjálva greinina, vísir tað seg, at »keldan» til reinsingina av harra Oskarssyni er Oskarssonurin sjálvur! Hetta má vera journalistikkur heilt eftir serføroyskum leisti. Sosialurin [...] hildið Hermannin Oskarsson verið ein mun frægari og knapt so maktsjúkan sum harra Høgna Hoydal, men nú tá ið til skarpskeringar kemur, og hendur skullu vaskast aftaná djúpt láturligu Christiansborg-seancuna [...] . Men er tað soleiðis, at Oskarssonurin fastheldur, at Berlingarin lýgur, so eigur hann at leggja sak móti Berlingaranum beinanvegin. Spillnakin Oskarssonur Annars má eg leggja afturat, at skullu vit velja
hava verið her. Í 1983 var Logos I her, og blíðskapurin, ið tá varð sýndur teimum, gjørdi, at tey vildu koma aftur. Logos I rendi tó á land og sakk, og seinni kom so Logos II. Tað skipið vitjaði í Føroyum [...] helt røðu. Umborð eru tveir føroyingar, og skipið skal liggja í Havn til mikudagin í komandi viku. Tá gongur leiðin til Klaksvíkar, har skipið verður liggjandi til mánadagin 5. juli. Meðan skipið liggur [...] dagliga lívinum og eisini frá bíbilskum søgum. Eitt líknandi tiltak verður so eisini týskvøldið, men tá verður tað fyri menn. Týsdagin verður somuleiðis eitt tiltak fyri børn á skránni. Klokkan 10.30 og
slinum á Cuba at royna sína sak við amerikanskar dómstólar. Higartil hevur tað annars verið politikkurin hjá Bush og hansara fólki, at talan er ikki um vanligar fangar, ið eiga rættin til at royna sínar [...] at dómstólurin boygdi seg eftir harraboðum úr Washington. Nú hevur so Hægstirættur talað. Og tá hann talar, tá er eingin hægri, sum kann broyta ta avgerðina. Í Hægstirætti eru orðini og avgerðirnar lóg yvir [...] kunnu viðgerast við hernaðarligar dómstólar. Herfyri royndi ein verji hjá nøkrum av fangunum at fáa sak teirra fyri ein amerikanska dómstól. Hesin vísti sakini aftur við tí grundgeving, at talan er ikki