Kunningarfundurin verður um eina ætlan at seta upp eitt listaverk eftir Tróndi Paturssyni á Høganesi í Nes kommunu. Á fundinum fara stigtakarar at greiða frá um ætlanina, og her fer listamaðurin eisini at greiða [...] greiða frá um listaverkið, eins og høvi verður at síggja modell av listaverkinum. Um heimasíðuna hjá Nes kommunu heita stigtakararnir aftan fyri ætlanina á fólk um at møta fjølment til kunningarfundin. ##med2##
Seinastu tíðini hava tey í Nes kommunu arbeitt við at gera eina gongugøtu av Agninum og niðan á Gaddavegin á Nesi. - Høvuðsarbeiðið við gravimaskinu hevur Falkon gjørt, og arbeiðsmenninir hjá kommuni hava [...] løgd á verkið. - Vit bæði vóna og vænta, at gøtan verður til gleði og gagns fyri okkara borgarar. Í Nes kommunu siga tey, at ljós seinni skulu setast upp við gøtuna, eins og gøtan eisini skal astalterast
Várdagar vóru í Nes kommunu alla síðstu viku, og leygardagin eftir várdagar var stórur Bátafestivalur á Toftum. - Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera várdagarnar [...] til tiltøkini. Stuðulin gevur áræði at halda fram at fyriskipa felags tiltøk. At enda ynskja tey í Nes kommunum øllum eitt gott summar.
dagføringar gjørdar í svimjihylinum, og í summar verður nýggj ventilatiónsskipan sett upp. Tað siga tey í Nes kommunu. Lagt verður aftrat, at við hesi skipan fer at bera til at endurnýta hitan sum ger, at væl [...] gongur eftir ætlan. - Svimjihylurin verður væntandi tøkur aftur við skúlaársbyrjan í august, siga tey í Nes kommunu.
Í gjár var kirkjuráðsval, og nýggja kirkjuráðið í Nes kirkjusókn er valt í hesi raðfylgju: Súni í Hjøllum, 83 atkvøður Bent Djurhuus, 62 atkvøður Niclas Davidsen, 57 atkvøður Bjørg R. Højgaard, 46 atkvøður [...] 24 atkvøður Johild Túgvustein, 18 atkvøður Hildigunn S. Højgaaard, 16 atkvøður Á heimasíðuni hjá Nes kommunu verður sagt, at 975 fólk høvdu valrætt. 416 vóru á vali, og hetta gevur eina valluttøku á 42
í Snodd-bygningin, men fær nú sína egnu goymslu á havnalagnum, soleiðis sum viðhefta mynd vísir. Í Nes kommunu siga tey seg hava eitt gott samstarv við Sandgrevstur, sum annars hevur sítt skrivstovuvirksemi [...] Hetta er bygningurin hjá M.J. Saltsølu, sum flutti sítt virksemi heim úr høvuðsstaðnum. Tað, sum Nes kommuna serliga fær burtur úr at hava slíkar goymslubygningar á havnalagnum, er vøru-og havnagjøld [...] kommunukassanum. Á hinari síðuni eru eisini ringvirkningar við tað, at hetta virksemi er í økinum, og í Nes kommunu fegnast tey um, at eisini feløg aðrastaðni kunnu føla seg væl á Toftum. Á Toftum er eisini
Nes kommuna og Fótbóltssamband Føroya eru í felag farin undir at byggja út húsið við ovara vøll á Svangaskarði. Hetta er tann vøllurin, sum áður varð nýttur sum tjóðarleikvøllur. Virgar Hvidbro, aðalskrivari [...] at fólk svóvu í húsunum í samband við venjingarlegur og annað, men so fór at leka illa. Nú hevur Nes kommuna tó skift takið, so tað aftur verður gjørligt at liggja nátt har. - Hugsanin er, at vøllurin [...] á Svangaskarði nýttur til u21-dystir, kvinnulandsdystir og dystir í evropisku kappingunum. Tað eru Nes kommuna og FSF, sum í felag standa fyri umbyggingini á Svangaskarði.
Seinastu dagarnar hava fólk í Nes kommunu savnað inn undirskriftir fyri at mótmæla, at Bakkafrost, sum hevur keypt bygningin hjá Landingarmiðstøðini við Toftagjógv, sleppur at hegna ein fittan part av [...] hjartað út uttan at doyggja?” Tey, sum hava tikið stig til at savna undirskriftir, mótmæla ætlanunum hjá Nes kommunu at leiga ein stóran part av bryggjukantinum í Tofta havn til arbeiði hjá alivinnuni, nú Bakkafrost [...] umhugsni í hesum stóra og sera álvarsama máli, verður sagt í mótmælisskrivinum, sum ætlanin er at handa Nes kommunu fyrrapartin í morgin.
5,48 milliónir Nes 3,66 milliónir Sjóvar 2,28 milliónir Eiðis 1,61 milliónir Sunda 3,11 milliónir. Lutfalsligi vøksturin er hesin: Fuglafjarðar 13,78 % Eystur 10,15 % Runavíkar 9,46 % Nes 12,67 % Sjóvar [...] fjórðingsárini í fjør 31,4 milliónir krónur. Kommunurnar í Eysturoy eru Fuglafjarðar, Eystur, Runavíkar, Nes, Sjóvar, Eiðis og Sunda kommuna (sum ein partur av eisini er í Streymoy). Størsta vøksturin í krónum
Barnaansingin í Nes kommunu er kommunal burturav. Kommunan rindar 70% av útreiðslunum til ansingina, og foreldrini rinda í mesta lagi 30%. - Fyri at kunna veita ansingartrygd, arbeiðir kommunan alla tíðina [...] finna loysnir innan dagrøktina, barnagarðin og frítíðarskúlan. Í sínari kunning til borgararnar í Nes kommunu, nú roknskapurin fyri árið 2010 er borin á dyrnar, vísir borgarstjórin, Símun Johannesen á [...] at dagrøktarar verða sagdar úr starvi, leggur Símun Johannesen aftrat. Spælistovan hjá dagrøktini í Nes kommunu er í leigaðum hølum við Høganesveg, men frítíðarskúlin húsast í egnum hølum, sum kommunan hevur