Svimjihylurin í Tofta skúla hevur verið stongdur síðan hin 12. juni vegna dagføringar.
- Seinnu árini eru fleiri dagføringar gjørdar í svimjihylinum, og í summar verður nýggj ventilatiónsskipan sett upp.
Tað siga tey í Nes kommunu.
Lagt verður aftrat, at við hesi skipan fer at bera til at endurnýta hitan sum ger, at væl av orku verður spard.
Arbeiðið, sum Hans Hilmarsson Hansen hevur ábyrgdina av, gongur eftir ætlan.
- Svimjihylurin verður væntandi tøkur aftur við skúlaársbyrjan í august, siga tey í Nes kommunu.