Barnaansingin í Nes kommunu er kommunal burturav. Kommunan rindar 70% av útreiðslunum til ansingina, og foreldrini rinda í mesta lagi 30%.
- Fyri at kunna veita ansingartrygd, arbeiðir kommunan alla tíðina fyri at finna loysnir innan dagrøktina, barnagarðin og frítíðarskúlan.
Í sínari kunning til borgararnar í Nes kommunu, nú roknskapurin fyri árið 2010 er borin á dyrnar, vísir borgarstjórin, Símun Johannesen á, at dagstovnurin á Svangaskarði einans rúmar sjálvum barnagarðinum, har 53 børn verða ansað.
- Farið er undir at víðka barnagarðin vestur eftir (sí mynd), soleiðis at stovnurin kann taka ímóti øllum børnum í barnagarðsaldri.
Borgarstjórin vísir á, at dagrøktin í kommununi er normerað til 65 børn, men tá nýggi barnagarðurin verður tikin í nýtslu eftir summarfrítíðina, fer dagrøktin at hava umleið 40 børn.
- Hetta kemur at føra við sær, at dagrøktarar verða sagdar úr starvi, leggur Símun Johannesen aftrat.
Spælistovan hjá dagrøktini í Nes kommunu er í leigaðum hølum við Høganesveg, men frítíðarskúlin húsast í egnum hølum, sum kommunan hevur keypt á Brekkukletti. Í frítíðarskúlanum verða umleið 40 børn ansað úr 1. og 2. flokki.
- Í løtuni eru umleið 158 børn í kommunalu skipanini, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen.










