Í annaðkvøld klokkan 20 verður skipað fyri einum almennum kunningarfundi í B68-húsinum á Svangaskarði á Toftum.
Kunningarfundurin verður um eina ætlan at seta upp eitt listaverk eftir Tróndi Paturssyni á Høganesi í Nes kommunu.
Á fundinum fara stigtakarar at greiða frá um ætlanina, og her fer listamaðurin eisini at greiða frá um listaverkið, eins og høvi verður at síggja modell av listaverkinum.
Um heimasíðuna hjá Nes kommunu heita stigtakararnir aftan fyri ætlanina á fólk um at møta fjølment til kunningarfundin.
##med2##