Vinna trívist á Toftum

Tað, sum Nes kommuna serliga fær burtur úr at hava goymslubygningar á havnalagnum, er vøru-og havnagjøld.

Á havnalagnum á Toftum er lutfalsliga nógv virksemi, og alt bendir á, at her verður enn meira virksemi, sum tíðin gongur.

 

Í løtuni er Sandgrevstur í holt við at byggja ein 1500 fermetra stóran goymslubygning til goymslu av alifóðuri úr Noregi.

 

Felagið hevur leigað seg inn í Snodd-bygningin, men fær nú sína egnu goymslu á havnalagnum, soleiðis sum viðhefta mynd vísir.

 

Í Nes kommunu siga tey seg hava eitt gott samstarv við Sandgrevstur, sum annars hevur sítt skrivstovuvirksemi í Fuglafirði.

 

Longur inni á havnalagnum kom fyri nøkrum árum síðan ein annar goymslubygningur. Hetta er bygningurin hjá M.J. Saltsølu, sum flutti sítt virksemi heim úr høvuðsstaðnum.

 

Tað, sum Nes kommuna serliga fær burtur úr at hava slíkar goymslubygningar á havnalagnum, er vøru-og havnagjøld, sum eisini hava sín týdning í kommunukassanum.

 

Á hinari síðuni eru eisini ringvirkningar við tað, at hetta virksemi er í økinum, og í Nes kommunu fegnast tey um, at eisini feløg aðrastaðni kunnu føla seg væl á Toftum.

 

Á Toftum er eisini fiskamarknaður, og her er landingarmiðstøð, kassavirki, fiskavirki, og her er søla av ísi umframt annað virksemi, sum serliga hoyrir sjóvinnuni til.