Kommuna takkar fyri góða undirtøku á várdøgum

- Vit takka fyri sera góða uppmøting til tiltøkini. Stuðulin gevur áræði at halda fram at fyriskipa felags tiltøk, siga tey í Nes kommunu.

Várdagar vóru í Nes kommunu alla síðstu viku, og leygardagin eftir várdagar var stórur Bátafestivalur á Toftum.

 

- Vit takka hjartaliga øllum tykkum mongu, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera várdagarnar so væl eydnaðar í ár.

 

Ikki minst takkar kommunan øllum, sum fyriskipaðu og luttóku í ymisku tiltøkunum, sum vórðu fyriskipað.

 

- Vit vilja eisini takka fyri sera góða uppmøting til tiltøkini. Stuðulin gevur áræði at halda fram at fyriskipa felags tiltøk.

 

At enda ynskja tey í Nes kommunum øllum eitt gott summar.